2 minute read
Ferðavinnan 2021 í tølum
Í samstarvi við Visit Faroe Islands savnar Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup.
GISTINGAR
Í 2021 vóru 173.913 gistingar skrásettar á gistingarhúsunum í Føroyum tilsamans, samanborið við 94.940 gistingar í 2020, sum jú bæði hava verið koronaár. Til samanberingar vóru 166.452 gistingar í 2019. Hetta var áðrenn gistingarkapasiteturin varð tvífaldaður í 2020.
Støðan við koronu hevði við sær, at øll lyklatøl vóru lægri enn áður, og harumframt førdi korona eisini til eina stóra broyting í lutfallinum av gistingunum. Færri møguleikar at ferðast millum lond gjørdi, at høvuðsparturin av gestunum í 2021 aftur stavaðu frá okkara nærmarknaðum. Heili 60% av teimum útlendsku gistingunum í 2021 vórðu keyptar av dønum, samanborið við 35% í 2019.
Flestu marknaðir høvdu framgongd í 2021 samanborið við 2020, sum vit tó vita var eitt sera vánaligt ár vegna koronu. Avmarkingar í møguleikum at ferðast uttanlands høvdu við sær, at føroyingar í størri mun valdu at ferðast í egnum landi aftur í 2021. Føroyingar stóðu fyri 33% av samlaðu gistingunum í 2021, samanborið við 20% í 2019, áðrenn korona byrjaði.
90% av øllum gistingum vóru í Suðurstreymi. Mest vanligt er at koma til Føroyar sum einstaklingur ella í minni bólki á eini frítíðarferð, men talið av vinnuferðum hevur seinastu árini verið støðugt vaksandi. Talið av vinnuferðum minkaði tó eisini munandi í 2020 og 2021, orsakað av koronu.
Ein stór og nýggj broyting í gistingarhagtølunum, sum Hagstova Føroya savnar inn er, at tey nú bert innihalda gistingarhagtøl frá gistingarhúsunum og ikki øðrum gistingarhættum, so sum frítíðarhúsum og kamping. Hetta tí at tað hevur verið trupult at fáa savnað onnur gistingarhagtøl inn og fáa nóg høga góðsku í tølini. Hetta gevur sjálvandi eitt lægri samlað tal enn áður og gevur eisini eina verri mynd av hvussu nógv ferðafólk í roynd og veru gista kring landið, av tí at flestu størru gistingarhús sum kunnugt liggja í miðstaðarøkinum, meðan størri parturin av frítíðarhúsunum liggja aðrastaðni enn í miðstaðarøkinum.
Hagtølini hava heldur ikki tøl við frá Airbnb og líknandi bókingarskipanum. Hetta tí at amerikanska fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst, tí at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin seinastu árini. Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri. Fleiri enn 300 føroyskir brúkarar hava seinastu árini leigað sín bústað út á Airbnb. EU arbeiðir í løtini við at tvinga Airbnb til at lata hagtøl og vit fylgja tí gongdini. Samlaða gistitalið á gistingarhúsunum fyri alt
landið er farið frá 44% í 2013 til 59% í 2019, og niður á 31% í 2020 og 42% í 2021. Her er vert at hava í huga, at kapasiteturin er tvífaldaður hetta tíðarskeiðið.
Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 49% í 2013 til 67% í 2019, og niður á 35% í 2020 og 45% í 2021.
FERÐASKIP
Vegna farsóttina kom bert eitt ferðaskip til Føroyar í 2021. Skipið hevði einans 49 gestir umborð. Til samanberingar vitjaðu 1.154 gestir í 2020 og 35.524 gestir vóru við ferðaskipunum í 2019, tá 51 skip vitjaðu.
TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2021
1. Danmark 2. Ísland 3. Týskland 4. Bretland 5. Svøríki 6. Noreg 7. USA 8. Italia 9. Frakland 10. Spania