12 minute read

Talgildir miðlar

VISITFAROEISLANDS.COM

Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitarum, sum til dømis Google.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.

Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com í 2021 var 900.000. Hetta er 15% hægri enn í 2020, tá vitjunartalið var 780.00. Orsøkin kann uttan iva forklárast sum ein fylgja av hvussu heimurin upplivdi ávís tíðarskeið har óttin fyri korona var minni og áhugin fyri at ferðast, ella hugsan um at ferðast, vaks.

Vitjunartølini fyri heimasíðuna í 2021 vóru sostatt eisini lík tølunum fyri 2019, sum vóru met høg við 940.000 vitjandi.

Hóast vitjunartølini á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands ikki eru á sama støði sum áðrenn korona og lækkaðu við næstan 1/3, tá korona bylgjan byrjaði, so er vend komin í og staðfestast kann, at áhugin er framvegis høgur, og at mátin sosialu miðlarnir verða brúktir, hevur havt stóra ávirkan á, at áhugin í heimasíðuni verður hildin við líka. Hetta hevur stóran týdning, tí mett verður, at tað er størri møguleiki fyri, at ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál í framtíðini, um áhugin er støðugur.

Onnur lyklatøl fyri heimasíðuna vísa tó, at vit enn ikki eru á mál við 2019, sum var met ár. Eitt dømi er, at talið av síðum, sum verða lisin, fall frá 5,1 síðum í 2019 til 4,2 síður fyri hvønn vitjandi í 2020 og niður til 3,9 síður í 2021.

Meðan vitjanartølini fyri heimasíðuna vísa øktan áhuga fyri Føroyum, so gevur tað lægra talið av lisnum síðum eina ábending um, at nógv enn ikki eru heilt klár til at ferðast.

UM WHAT’S ON

Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo.

What’s On pallurin samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingar og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum er at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands.

Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.

Kunningin er á føroyskum og enskum. Nógvir

What’s On pallurin hjá Visit Faroe Islands samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu

útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.

Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak.

Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.

Hugsanin er ikki at noyða fólk at vitja www. whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka frammanundan. Tí samstarvar What´s On við Sona, Portal.fo og onnur.

Síðani What´s On pallurin lat upp í 2019 hava fleiri túsind tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) verið skrásett á What’s On. Vanliga eru 2/3 av brúkarunum av What´s On útlendsk ferðafólk og 1/3 føroyingar. Korona hevur tó gjørt at býtið er broytt, eins væl og talið av skrásettum tiltøkum eisini hevur verið lægri enn vanligt.

KUNNINGASKERMAR

Málið er at hava kunningarskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðandi har tey eru, og sum siga frá um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum,

endaði í 2020. Vit lærdu nógv av hesum og hava síðani 2021 arbeitt við einari endarligari kunningaskermaloysn, sum verður klár í 2022.

Kunningarskermarnir vera at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endurtaka kunning, sum ein kunningarskermur megnar.

SOSIALIR MIÐLAR

Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá. Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa.

Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið hann leitar eftir.

Hetta arbeiðið, ið verður gjørt áhaldandi, er ætlað at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktvíddina, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar á netinum og sosialu miðlunum.

TAGS

Ein av fleiri tættum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út er, at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva, um tann greinin og myndin, ið tey leggja út á sosialu miðlarnar, skal taggast antin sum #Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands ella #TheFaroeIslands, umframt onnur dømi. Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir einum felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og útbreiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga anti-whaling fólk hava leingi dugað best at tagga Føroyar eins, og hava harvið køvt allan annan boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, eins tags.

Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í at tagga sítt føroyska tilfar eins undir #FaroeIslands. Hetta er gjørt við lýsingarátøkum og beinleiðis sambandi við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook og ígjøgnum ávís Instagram tiltøk, sum Visit Faroe Islands hevur staðið fyri.

Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan. Næsta lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og lykilfólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á eitt nú enskum.

FACEBOOK

Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin.

Twitter

Visit Faroe Islands heimasíðan

Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, hevði í 2020 260.000 fylgjarar og í 2021 náddi talið upp á 270.000 fylgjarar. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um veruligt “reach-out”.

Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt dáma ella deila tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.

LÝSINGAR TIL DANIR Á FACEBOOK

Meðan møguleikin fyri at vitja Føroyar sum heild hevur verði nógv ávirkaður av koronustøðuni, so hava danir tó havt betri møguleikar at vitja Føroyar enn onnur. Hetta hevur Visit Faroe Islands roynt at gagnnýta gjøgnum ymisk málrættaði lýsingarátøk, rættað móti dønum á Facebook. Lýsingarnar vendu sær til fólk, sum vóru troytt av koronu-stongsli og maskum, og sum longdust eftir at sleppa at ferðast. Boðskapurin var, at danir altíð kunnu ferðast til Føroyar, at her er frísk luft og ein møguleiki at uppliva serligu Føroyar. Lýsingarnar koyrdu í teimum tíðarskeiðum, har møguleiki var hjá dønum at ferðast til Føroyar uttan at fara í sóttarhald.

PINTEREST

Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út, og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkarunum meira virði.

TWITTER

Ein annar pallur, ið vit eru virkin á, er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna avmarkingar, ið Twitter hevur, við maks 280 teknum, men eisini tí, at VFI merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi á hesum pallinum. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður smíðað til júst Twitter.

Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til tilfarið, sum VFI kann nýta á egnum sosialum pallum.

Hóast VFI hevur megnað at fleirfaldað talið av fylgjarum á Twitter, er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælisfólk, sum brúka okkara pall til spam og sabotasju av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri.

SNAPCHAT OG TIKTOK

Snapchat er seinastu árini vorðin ein tíðandi miðil. TikTok er síðani komið afturat og er nú millum sosialu miðlarnar, sum veksa skjótast. Tað eru serliga tey heilt ungu, ið hava tikið hesar miðlarnar til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eru okkara Snapchat og TikTok vangar minni virknir enn okkara Facebook og Instagram vangar. Í skrivandi løtu verður mett, at okkara boðskapir raka rætta málbólkin á øðrum miðlum enn Snapchat og TikTok, hóast vit halda eyga serliga við TikTok.

INSTAGRAM

Samstundis sum Instagram, við fleiri enn 1 milliard brúkarum, sum elska myndir, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram vangi størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir.

Við flottari náttúru hevur Føroyar ein serstakliga sjónligan boðskap at fortelja. Á Instagram eru serliga myndir og tað, sum er sjónligt, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin sera væl til okkum, og til tann boðskapin, sum vit vilja fortelja.

Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka fólk við serligum áhugamálum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum og líknandi.

Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum við ársbyrjan í 2020 hevði 242.000 fylgjarar, 260.000 við ársbyrjan í 2021 og 269.000 fylgjarar við ársbyrjan av 2022. Tølini vaksa sostatt spakuliga, men støðugt hvørt ár.

Vit plaga at fáa sera nógvar fyrispurningar frá Instagrammarum ella ymiskum ”content creators” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir og gera filmar, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram, Youtube, Facebook og aðrastaðni). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum, ella content creators, hava vitjað í Føroyum ígjøgnum Visit Faroe Islands seinastu árini, men í 2021 vóru bert 36 vitjandi orsakað av koronu.

Visit Faroe Islands hevur lagt stóran dent á at fylgja øllum heilsu- og ferðatilmælum í sambandi við koronu. Vit avlýstu allar túrar, ið vóru lagdir til rættis frammanundan, og bjóðaðu ongum til Føroya ímeðan korona herjaði á. Vit vóna, at støðan broytist í 2022, soleiðis at vit aftur kunnu bjóða Instagrammarum og øðrum content creators til Føroyar.

Í fleiri førum skipa vit fyri sokallaðum “take-overs”, har content creators fáa avmarkaða atgongd til okkara sosialu miðlar at leggja myndir og tekstir út. Hetta hevur eydnast sera væl.

Korona hevur eisini havt ávirkan á, hvussu vit hava arbeitt á millum annað Instagram. Færri vitjanir av myndafólkum merkti, at vit høvdu minni myndatilfar at brúka í 2021. Ístaðin fyri at finna tilfar fram, ið vit ikki mettu var nóg gott at brúka á okkara sosialu miðlum, valdu vit heldur at minka um, hvussu ofta vit løgdu út, soleiðis at vit kundu halda fram við at hava eitt høga góðsku á okkara sosialu miðlum.

Vit hava roynt at nýtt Instagram og Facebook stories meira, umframt fleiri føroyskar veitarar, og eru væl nøgd við afturmeldingarnar. Ætlanin er at vaksa um nýtslu av hesum møguleikanum.

SAMANUMTØKA

Vit meta, at okkara arbeiði á teimum ymisku sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flest lyklatøl, undir hesum talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin. Talið av vitjandi á okkara heimasíðu er fallið undir korona, men tølini vísa samstundis, at áhugin fyri Føroyum er enn til staðar, og fleiri velja enn at leita sær kunning á okkara heimasíðu. Hóast korona hevur ávirkað, hevur arbeiðið á teimum sosialu miðlunum hildið fram sum áður, og vit røkka fleiri fylgjarum enn nakrantíð fyrr.

This article is from: