1 minute read

Visit Faroe Islands from home

Støðan við koronu hevði við sær, at fólk í nógvum londum ikki sluppu at ferðast í 2020 og 2021 – heldur ikki til Føroyar. Tí gjørdu vit eina síðu, sum inniheldur ymiskt um Føroyar, ið fólk kundu uppliva heimanífrá, og løgdu hana út á okkara heimasíðu og hava áhaldandi lagt nýtt tilfar afturat.

Síðan gevur ráð um, hvønn føroyskan tónleik, fólk kunnu lurta eftir, hvørjar føroyskar bøkur, tey kunnu lesa, og hvørja føroyska list, tey kunnu uppliva. Eisini vísa vit á, at til ber at læra føroyska málið við at nýta Faroe Islands Translate, og at møguleiki er at lurta eftir føroyskum søgnum. Vit fortelja um føroyskar fiskauppskriftir, sum vit mæla til, at tey royna, og vísa á bindimynstur, sum tey kunnu binda eftir. Remote Tourism túrarnir, sum vit gjørdu um várið 2020, tá eingi ferðafólk kundu koma til landið, eru eisini at finna á síðuni. Síðan hevur verið væl vitjað og vit hava fingið fleiri afturmeldingar um, at fólk hava roynt onkur av ráðunum, sum vit hava givið.

Faroe Islands Translate

Tónleikarin Lea Kampmann

This article is from: