2 minute read
Ráðstevna um endurskapandi ferðavinnu
Visit Faroe Islands hevði verkætlanarleiðslu av ráðstevnuni Regenerative Tourism, sum var í Tórshavn 19. og 20. oktober.
Hetta kom í lag, tí Føroyar høvdu formanskapin í NORA í 2021 og sum partur av skránni var gjørt av at skipa fyri ferðavinnuráðstevnu. Tað var upplagt, at evnið skuldi snúgva seg um ferðavinnu eftir korona og hvussu lond og fyritøkur, sum fáast við ferðavinnu, tryggja sær at fokus verður á eina regnerativa ella endurskapandi ferðavinnu eftir korona og ikki bara á vøkstur.
Frá byrjan var dentur lagdur á, at ráðstevnan bæði skuldi geva luttakarunum yvirskipaðan íblástur, men eisini skuldi vísa á ítøkilig dømi um burðardygga ferðavinnu frá veitarum í Norðanlondum.
Vit vóru so heppin at fáa altjóðar viðurkendar fyrilestrahaldarar til ráðstevnuna. Anna Pollock, sum hevur verið fyrigangskvinna, tá tað snýr seg um endurskapandi ferðavinnu, byrjaði ráðstevnuna. Signe Jungersted helt fyrilestur um ‘Lokalismu’ og hvussu ferðavinnna kann verða við til at menna smá samfeløg og hvussu tey, sum búgva á støðunum, verða inndrigin í menning av ferðavinnu í teirra øki. Zita Cobb frá Fogo Island í Nýfundlandi, sum hevur stovnað Fogo Island Inn og eina røð av fyritøkum á Fogo Island, greiddi frá teirra tilgongd til ferðavinnu. Bente Hagen, stjóri á Visit Norway, legði eisini fram um arbeiðið við nýggju ferðavinnustrategiini hjá Noreg.
Signe Jungersted hevði keynote framløgu um 'Lokalisme'
Tim Ecott, miðlamaður, prátai við Annu Pollock eftir framløguna hjá henni
Harumframt vóru 3 verkstovur við heitunum ‘Best Practice’, ‘Local Involvment’ og ‘Seasonality’ við framløgum frá ferðavinnuveitarum í Norðanlondum, sum við ítøkiligum dømum greiddu frá, hvussu tey hava skipað ferðavinnu í teirra øki.
Eini 120 fólk tóku lut, harav umleið helvtin vóru føroyingar og hin helvtin komu úr hinum Norðanlondunum umframt Bretlandi, Italia, Estlandi, USA, Kanada og Nýfundlandi.
Anna Pollock
Regenerative Tourism
Building a healthy tourism in the Nordics
Faroe Islands 19 – 20 October 2021
nora.fo/regenerative-2021
KEYNOTE ANNA POLLOCK
Umframt framløgur var eisini møguleiki at netverka á móttøku, sum Tórshavnar kommuna stóð fyri í Mullers Pakkhúsi, á døgurða fyri luttakarunum, og á útferðum, sum vóru á skrá seinnapartin annan dagin. Luttakararnir kundu velja millum ymiskar upplivingar, heimablídni, túr á Listasavninum og ‘closed for maintenance’ verkætlanir í Gásadali og Velbastað. Ráðstevnan var stroymd og stroymining og nærri kunning um ráðstevnuna sæst her www.visitfaroeislands.com/ regenerative
NORA, NATA, Nordregio og Visit Faroe Islands fíggjaðu ráðstevnuna.