1 minute read

Safe to Visit

Next Article
Talgildir miðlar

Talgildir miðlar

Í 2020 skipaði Visit Faroe Islands saman við Bjarna á Steig og Pál Weihe, yvirlæknum, fyri skeiðinum “Corona Virus – Protection and Preventive Measures in the Tourism Industry” fyri føroysku ferðavinnuni. Endamálið við skeiðinum var at tryggja, at ferðavinnan var klár at taka ímóti ferðafólkum, og livdi upp til krøvini og vegleiðingarnar hjá føroysku heilsumyndugleikunum, tá talan er um handfaring av gestum, reinføri og líknandi.

Sum ein uppfylging av skeiðinum var skipað fyri fundi við vinnuna áðrenn summarið 2021, har tikið var aftur í nakað av tí, sum var partur av skeiðinum. Harumframt var tosað um, hvussu ferðavinnan kundi vera við til at fáa útlendsku ferðafólkini at kanna seg 4. dagin, eftir at tey vóru komin til Føroyar.

Úrslitið var ein heilsan frá løgmanni, sum skuldi leggjast í leigubilar, gistingarhús og aðrastaðni har ferðafólk samlast, ein áminning um at kanna seg 4. dag, sum var sett á borð á kaffistovum kring landið. Har umframt ein seðil, sum ferðafólk fingu, tá tey innskrivaðu seg á gistingarhús, har starvsfólkini í móttøkuni krossað á, hvønn dag í vikuni var 4. dagur, og harvið dagurin, tá tey skuldu kanna seg. Eisini var heitt á myndugleikarnar at gera ein enskan film við hesum boðskapi, sum var vístur á flogvøllinum, gistingarhúsum, kunningarstovum og aðra staðni.

We follow Covid-19 public health guidelines

This article is from: