Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2021

Page 66

Marknaðarføringsvirksemi 2021

Talgildir miðlar VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferða­­smiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskip­ aða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitarum, sum til dømis Google. Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttan­lands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum. Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visit­faroeislands.com í 2021 var 900.000. Hetta er 15% hægri enn í 2020, tá vitjunar­

66 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021

talið var 780.00. Orsøkin kann uttan iva forklárast sum ein fylgja av hvussu heimurin upplivdi ávís tíðarskeið har óttin fyri korona var minni og áhugin fyri at ferðast, ella hugsan um at ferðast, vaks. Vitjunartølini fyri heimasíðuna í 2021 vóru sostatt eisini lík tølunum fyri 2019, sum vóru met høg við 940.000 vitjandi. Hóast vitjunartølini á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands ikki eru á sama støði sum áðrenn korona og lækkaðu við næstan 1/3, tá korona bylgjan byrjaði, so er vend komin í og staðfestast kann, at áhugin er framvegis høgur, og at mátin sosialu miðlarnir verða brúktir, hevur havt stóra ávirkan á, at áhugin í heimasíðuni verður hildin við líka. Hetta hevur stóran týdning, tí mett verður, at tað er størri møguleiki fyri, at ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál í framtíðini, um áhugin er støðugur. Onnur lyklatøl fyri heimasíðuna vísa tó, at vit enn ikki eru á mál við 2019, sum var met ár. Eitt dømi er, at talið av síðum, sum verða lisin, fall frá 5,1 síðum í 2019 til 4,2 síður fyri

hvønn vitjandi í 2020 og niður til 3,9 síður í 2021. Meðan vitjanartølini fyri heimasíðuna vísa øktan áhuga fyri Føroyum, so gevur tað lægra talið av lisnum síðum eina ábending um, at nógv enn ikki eru heilt klár til at ferðast. UM WHAT’S ON Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo. What’s On pallurin samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingar og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum er at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til. Kunningin er á føroyskum og enskum. Nógvir


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.