Visit Faroe Islands
ÁRSFRÁGREIÐING 2021
2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Innihald Inngangur
4-5
Ferðavinnan 2021 í tølum
6-7
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable” Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum Visit Faroe Islands
8-13 14 15-19 20
Ferðavinnubrandið Føroyar
22-25
Menningarátøk 2019 -2021
26-37
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri uml. 60 mió. kr.
38-45
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2021
46-65
Talgildir miðlar
66
My Faroese Christmas
72
Safe to Visit
74
Visit Faroe Islands from home
75
Ráðstevna um endurskapandi ferðavinnu
76
Faldarar
78
Starvsfólk og nevnd
82
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 3
Inngangur 2021 gjørdist enn eitt ár merkt av koronafarsóttini, tó nakað frægari enn 2020.
Sostatt er yvirskipaða málið um at føroyska ferðavinnan í 2020 skuldi náa 1 milliard krónur í umsetningi enn ikki nátt. Eitt mál, ið arbeitt hevur verið ímóti síðani 2012, tá ið núverandi strategi varð sett í sjógvin. Væntanin er tó enn, at Føroyar koma aftur á 2019 støði í 2022 ella í seinasta lagi í 2023 og sostatt náa 2020 málið stutt hareftir. Havast má í huga, at gistingar kapasiteturin er tvífaldaður síðani 2019, so “bert” eitt 2019 støði, hevði havt við sær eitt nógv lægri gistital fyri gistingar húsini enn áður. Koronastøðan hevur verið serstakliga óheppin hjá føroysku ferðavinnuni, ikki minst tí at tvífaldaður gistingarkapasitetur stóð klárur til at takast í brúk í 2020, nýggjar flogrutur úr Stóra Bretlandi og USA skuldu byrja, og nýggir vinnuspírar stóðu klárir kring landið at taka ímóti gestum. Úrslitið fyri 2021 gjørdist nakað betri enn 2020. 582 mió. kr í umsetningi, 173.913 gistingar og 495 ársverk, samanborið við 313 mió. kr. í umsetningi, 94.940 gistingar og 438 ársverk í 2020. Til samanberingar vóru 2019 tølini: 784 mió. kr. í umsetningi, 166.452 gistingar og 715 ársverk. Umleið 50.000
4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2021, samanborið við umleið 30.000 í 2020 og umleið 140.000 í 2019. Av teimum komu tey flestu loftvegis. Broyttu umstøðurnar høvdu aftur í 2021 við sær, at marknaðar ætlanin hjá Visit Faroe Islands (VFI) varð nógv broytt og raðfest av nýggjum. Sera fáar messur ella verkstovur vórðu hildnar úti á marknaðunum og fleiri av tiltøkunum vóru í staðin talgild. Aftur varð roynt at reagera uppá teir møguleikar, sum stungu seg upp so hvørt sum tilmæli blivu broytt. M.a. gjørdu vit eitt PR-átak á danska marknaðinum í apríl, tá sóttarhaldskravið við komu til Føroyar varð avtikið fyri koppsettar danskarar. Talið av útlendskum fjølmiðlafólkum og instagrammarum endaði á júst 100 í 2021, sum er minni enn helvtin av einum vanligum ári, men tó nøkur fleiri enn í 2020. Eisini framleiddu vit egið tilfar eins og vit samstarvaðu við fleiri føroyskar sokallaðar instagrammarar enn vanligt, ið framleiddu tilfar um teirra jól, um bygdagøtutúrar osfr. Visit Faroe Islands from home undirsíðan varð eisini víðari ment, alt fyri at geva gestunum ein “smakk” av
Føroyum, hóast nógv ikki kundu vitja. Hetta er ein síða, sum gevur útlendingum ráð um, hvussu tey kunnu uppliva Føroyar úr sínum heimlandi. Eisini bleiv arbeitt víðari við nýggju heimasíðuni, ið kemur út í nýggjum hami á vári 2022. Innlendis menningararbeiðið hevur havt enn hægri raðfesting undir koronatíðini. Bygdagøtur.fo síðan varð almannakunngjørd. Tvey “Closed for Maintenance” tiltøk vórðu, eitt fyri føroyingar um várið, tá tað var trupult at ferðast til Føroya og seinni eitt størri tiltak fyri útlendingar og føroyingar út á heystið. Vit skipaðu fyri fleiri førleika mennandi skeiðum fyri fólk, ið takast við ferðavinnu og var luttøkan
sera góð. Av øðrum viðkomandi og spennandi verkætlanum kunnu nevnast t.d. økisætlanir, trygdarfilmur, kirkjufaldari og økiskort. Ferðist í egnum landi átakið helt fram, fyri at skapa størri áhuga millum føroyingar at ferðast meira í egnum landi, nú vit enn vóru rakt av koronaavmarkingum. Ein kreppa eigur ongantíð at hava verið til fánýtis. Tí er tað av stórum týdningi at hyggja at yvirskipaðu strategiini við nýggjum brillum - at arbeiða við møguligum niður- og uppraðfestingum í komandi tíðum, og at tillaga okkum uppaftur meira til tey rákini innan ferðavinnu kring heimin, har serliga øktur dentur verður lagdur á burðardygd og víðari talgilding. Hesi hava bæði tikið uppaftur meira dik á seg í sambandi við koronu. Hetta síggja vit sum góðan gróðrarbotn undir 2030 strategiina fyri ferðavinnuna í Føroyum, ið ætlanin er at fara ordiliga í gongd við í 2022. Eitt av startskotunum til tað arbeiðið var stóra ráðstevnan Regenerative Tourism, ið varð hildin í Tórshavn 19-20 oktober og sum eydnaðist serstakliga væl. Ferðavinnan er eitt av fokusøkjunum í Vakstrarforum, ið er átak ið Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur tikið stig til. Her verður serligur dentur lagdur á vinnuferðavinnu og tess vakstrarmøguleikar á burðardyggum grundarlagi fram til 2030. Spennandi verður at arbeiða víðari við hesum og leggja tær stóru linjurnar fyri ferðavin nuna frameftir. Møguleikarnir eru nógvir. Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av okkara virksemi í 2021. Góðan lesihug! Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 5
Ferðavinnan 2021 í tølum
Ferðavinnan 2021 í tølum Í samstarvi við Visit Faroe Islands savnar Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup.
GISTINGAR
møguleikum at ferðast uttanlands høvdu við
góðsku í tølini. Hetta gevur sjálvandi eitt lægri
Í 2021 vóru 173.913 gistingar skrásettar á
sær, at føroyingar í størri mun valdu at ferðast
samlað tal enn áður og gevur eisini eina verri
gistingarhúsunum í Føroyum tilsamans,
í egnum landi aftur í 2021. Føroyingar stóðu
mynd av hvussu nógv ferðafólk í roynd og
samanborið við 94.940 gistingar í 2020, sum
fyri 33% av samlaðu gistingunum í 2021,
veru gista kring landið, av tí at flestu størru
jú bæði hava verið koronaár. Til samanbering
samanborið við 20% í 2019, áðrenn korona
gistingarhús sum kunnugt liggja í miðstaðar
ar vóru 166.452 gistingar í 2019. Hetta var
byrjaði.
økinum, meðan størri parturin av frítíðarhús unum liggja aðrastaðni enn í miðstaðarøki
áðrenn gistingarkapasiteturin varð tvífaldaður í 2020.
90% av øllum gistingum vóru í Suðurstreymi.
num.
Mest vanligt er at koma til Føroyar sum Støðan við koronu hevði við sær, at øll lyklatøl
einstaklingur ella í minni bólki á eini
Hagtølini hava heldur ikki tøl við frá Airbnb
vóru lægri enn áður, og harumframt førdi
frítíðarferð, men talið av vinnuferðum hevur
og líknandi bókingarskipanum. Hetta tí at
korona eisini til eina stóra broyting í lutfall
seinastu árini verið støðugt vaksandi. Talið av
amerikanska fyritøkan ikki almannakunngerð
inum av gistingunum. Færri møguleikar at
vinnuferðum minkaði tó eisini munandi í 2020
síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri
ferðast millum lond gjørdi, at høvuðsparturin
og 2021, orsakað av koronu.
gistingarhagtølini, ikki minst, tí at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum,
av gestunum í 2021 aftur stavaðu frá okkara nærmarknaðum. Heili 60% av teimum
Ein stór og nýggj broyting í gistingarhagtølun
ið er mest vaksin seinastu árini. Samlaða talið
útlendsku gistingunum í 2021 vórðu keyptar
um, sum Hagstova Føroya savnar inn er, at
av gistingum er sostatt størri enn nevnt
av dønum, samanborið við 35% í 2019.
tey nú bert innihalda gistingarhagtøl frá
omanfyri. Fleiri enn 300 føroyskir brúkarar
gistingarhúsunum og ikki øðrum gistingar
hava seinastu árini leigað sín bústað út á
Flestu marknaðir høvdu framgongd í 2021
hættum, so sum frítíðarhúsum og kamping.
Airbnb. EU arbeiðir í løtini við at tvinga Airbnb
samanborið við 2020, sum vit tó vita var eitt
Hetta tí at tað hevur verið trupult at fáa savnað
til at lata hagtøl og vit fylgja tí gongdini.
sera vánaligt ár vegna koronu. Avmarkingar í
onnur gistingarhagtøl inn og fáa nóg høga
Samlaða gistitalið á gistingarhúsunum fyri alt
6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
landið er farið frá 44% í 2013 til 59% í 2019, og niður á 31% í 2020 og 42% í 2021. Her er vert at hava í huga, at kapasiteturin er tvífaldaður hetta tíðarskeiðið. Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 49% í 2013 til 67% í 2019, og niður á 35% í 2020 og 45% í 2021. FERÐASKIP
TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2021
Vegna farsóttina kom bert eitt ferðaskip til Føroyar í 2021. Skipið hevði einans 49 gestir
1.
Danmark
umborð. Til samanberingar vitjaðu 1.154
2.
Ísland
gestir í 2020 og 35.524 gestir vóru við
3.
Týskland
ferðaskipunum í 2019, tá 51 skip vitjaðu.
4.
Bretland
5.
Svøríki
6.
Noreg
7.
USA
8.
Italia
9.
Frakland
10.
Spania
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 7
Ferðavinnan 2021 í tølum
Gistingarnætur á gistingarhúsum 2020 - 2021, flokkaðar eftir bústaðarlandi Land
Komur ("Check-ins") í 2021, flokkaðar eftir endamáli við ferðini %-býtið Í bólki (10+), business
5,2%
Einstaklingar, business
25,5%
Í bólki (10+), leisure
7,6%
Einstaklingar, leisure
61,7% 100.0%
8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
2020
2021
Broyting 2020 - 2021
Broyting í %
Danmørk
39.552
69.950
30.398
77%
Føroyar
33.496
57.454
23.958
72%
Europa annars
5.043
10.304
5.261
104%
Ísland
2.491
6.829
4.338
174%
Týskland
2.782
5.785
3.003
108%
Bretland
2.051
4.256
2.205
108%
Svøríki
1.725
4.247
2.522
146%
Noreg
2.682
3.498
816
30%
USA
1.365
2.889
1.524
112%
Italia
525
1.804
1.279
244%
Frakland
483
1.553
1.070
222%
Spania
492
1.512
1.020
207%
Niðurlond
576
1.201
625
109%
Nær og miðeystur
324
719
395
122%
Finnland
458
706
248
54%
Asia
536
477
-59
-11%
Grønland
168
460
292
174%
Norðuramerika annars
33
83
50
152%
Afrika annars
33
61
28
85%
7
55
48
686%
Suðuramerika
19
33
14
74%
Avstralia og NýSæland
92
24
-68
-74%
Áland
0
10
10
0
Oceania og póløkið
1
3
2
200%
Norðurafrika
6
0
-6
-100%
Miðamerika og Karibia
Tils. (bústaðarland)
94.940
173.913
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) 100%
Gistital - kamarsnætur/kømur
Alt landið 2013 Alt landið 2014 Alt landið 2015 Alt landið 2016 Alt landið 2017 Alt landið 2018 Alt landið 2019 Alt landið 2020 Alt landið 2021
90% 80% 70% 60%
Suðurstreymoy 2013 Suðurstreymoy 2014 Suðurstreymoy 2015 Suðurstreymoy 2016 Suðurstreymoy 2017 Suðurstreymoy 2018 Suðurstreymoy 2019 Suðurstreymoy 2020 Suðurstreymoy 2021
50% 40% 30% 20% 10% 0%
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) Kamarsnætur í mun til kømur Øki
Árstal
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Alt landið
2013
20%
32%
32%
39%
56%
71%
70%
63%
58%
37%
31%
17%
44%
2014
20%
30%
38%
34%
57%
69%
75%
64%
62%
35%
30%
18%
44%
2015
24%
30%
38%
34%
55%
70%
75%
75%
57%
42%
35%
16%
46%
2016
19%
29%
36%
50%
62%
77%
77%
75%
57%
40%
35%
19%
48%
2017
31%
31%
39%
51%
71%
78%
81%
79%
68%
50%
43%
20%
53%
2018
27%
34%
50%
62%
77%
86%
84%
87%
70%
46%
42%
21%
57%
2019
28%
32%
44%
59%
75%
88%
90%
89%
75%
62%
46%
23%
59%
2020
25%
35%
24%
8%
17%
25%
64%
52%
40%
33%
26%
17%
31%
2021
17%
24%
29%
39%
31%
47%
77%
71%
63%
48%
35%
27%
42%
2013
20%
33%
36%
42%
62%
78%
77%
70%
68%
43%
35%
20%
49%
2014
22%
33%
46%
38%
67%
76%
86%
73%
71%
40%
34%
19%
50%
2015
26%
34%
45%
41%
63%
74%
80%
81%
63%
47%
36%
17%
50%
2016
18%
27%
39%
53%
66%
85%
85%
81%
66%
44%
36%
19%
51%
2017
27%
29%
42%
59%
81%
86%
88%
84%
79%
62%
49%
20%
59%
2018
26%
35%
56%
66%
81%
90%
88%
92%
78%
48%
46%
22%
61%
2019
30%
35%
53%
66%
85%
93%
96%
96%
89%
77%
55%
29%
67%
2020
30%
42%
27%
8%
22%
30%
68%
55%
44%
36%
28%
19%
34%
2021
19%
27%
31%
43%
32%
51%
80%
73%
67%
52%
39%
32%
45%
Suðurstreymoy
Miðal
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 9
Ferðavinnan 2021 í tølum Gistingar á gistingarhúsum, 2013 - 2021 2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
2020
2021
100.173
105.468
118.885
128.731
144.626
153.113
166.452
94.940
173.913
Gistingarkapacitetur 2013 - 2021, sengur og kømur Sengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapacitetur ( sengur ella kømur * dagar í mánaði) Kapasitetur Kømur
Sengur
Árstal
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Tils.
2013
12.276
11.088
12.276
12.180
12.586
12.330
13.299
13.392
12.780
13.206
12.780
13.206
151.399
-
2014
12.865
11.900
13.175
12.750
13.640
13.770
14.229
14.229
13.770
14.167
13.710
14.167
162.372
7,2%
2015
11.687
10.276
15.035
14.460
15.066
14.580
14.136
14.136
13.680
13.919
13.470
13.919
164.364
1,2%
2016
14.198
13.572
14.508
14.040
14.725
14.460
15.531
14.942
14.460
14.942
14.160
13.919
173.457
5,5% -0,8%
2017
13.919
12.852
14.942
14.460
14.942
14.640
15.128
15.221
14.730
14.353
13.590
13.330
172.107
2018
13.051
12.208
13.516
14.100
15.004
14.700
15.562
15.562
15.060
15.562
15.060
14.663
174.048
1,1%
2019
14.415
13.832
15.314
14.640
15.128
14.640
15.128
15.128
14.640
15.128
14.640
14.384
177.017
1,7%
2020
14.384
13.456
14.384
13.920
12.276
11.880
18.228
19.220
18.600
19.096
22.290
23.033
200.767
13,4%
2021
23.033
20.804
23.033
22.380
22.878
22.140
22.878
22.971
22.170
22.940
20.820
17.484
263.531
31,3%
2013
25.637
23.564
25.265
25.566
26.133
25.866
28.117
28.241
27.384
27.931
27.478
28.055
319.237
-
2014
27.900
26.974
28.768
28.170
29.946
30.333
30.969
30.969
30.333
30.845
30.209
30.845
356.261
11,6% -0,3%
2015
26.629
24.201
32.116
31.429
32.302
31.615
29.977
29.977
29.365
29.357
28.737
29.357
355.062
2016
29.822
29.420
30.690
30.055
31.155
30.887
32.519
31.527
30.887
31.651
30.143
29.357
368.113
3,7%
2017
29.357
28.305
31.651
31.011
31.651
31.383
32.023
32.519
31.863
29.574
28.145
26.908
364.390
-1,0%
2018
26.350
26.093
27.776
29.442
31.093
30.852
32.829
32.829
32.154
32.829
32.154
31.186
365.587
0,3%
2019
30.194
29.812
31.837
31.317
31.992
31.317
31.992
31.992
31.317
31.992
31.317
29.326
374.405
2,4%
2020
29.326
27.976
29.326
28.651
25.234
24.637
37.014
39.370
38.371
39.153
45.774
47.027
411.859
10,0%
2021
47.027
43.268
47.027
45.954
46.221
44.962
46.221
46.531
44.932
46.252
42.220
35.340
535.955
30,1%
Gistingarkapasitetur 2013 - 2021, sengur og kømur í tali 50.000 45.000 40.000 Sengur 2021
35.000 30.000 25.000 20.000
Kømur 2021
15.000 10.000 5.000 jan
Broyt.
feb
mar
apr
10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Sengur 2013 Sengur 2014 Sengur 2015 Sengur 2016 Sengur 2017 Sengur 2018 Sengur 2019 Sengur 2020 Sengur 2021 Kømur 2013 Kømur 2014 Kømur 2015 Kømur 2016 Kømur 2017 Kømur 2018 Kømur 2019 Kømur 2020 Kømur 2021
Gistingarnætur 2021 á gistingarhúsum, mánaðarliga, eftir øki Øki
2021/01 2021/02 2021/03 2021/04 2021/05 2021/06 2021/07 2021/08 2021/09 2021/10 2021/11 2021/12
Suðurstreymur Uttan fyri Suðurstreym Tilsamans
5.290
7.204
8.655
11.800
9.237
14.086
27.432
23.654
249
222
918
837
1.231
1.453
3.836
3.493
5.539
7.426
9.573
12.637
10.468
15.539
31.268
27.147
18.568 15.074 2.036 20.604
Tils.
Broyting
2020 - 21
9.663
6.630
157.293
84,3%
1.359
689
297
16.620
-13,2%
16.433
10.352
6.927
173.913
63,5%
Talið av ferðaskipum, starvsfólkum og komum 2010-2021 70.000
80
Ferðafólk
Mannskap
Skip
70
60.000
60
50.000
50 40.000 40 30.000
30
20.000
20
10.000
10 0
0 2010
2011
2012
2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
2020
2021
Kelda: TAKS / Hagstova Føroya
Fleiri hagtøl kunnu síggjast á www.visitfaroeislands.com/vinna
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 11
Ferðavinnan 2021 í tølum
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar eru sostatt ikki taldir við. Afturrokningar eru gjørdar til 2011.
2021
UMSETNINGUR Útlendsk ferðafólk keyptu í 2021 tænastur og vørur fyri 582 mió. kr. Hetta er ein vøkstur á 86% samanborið við fyrsta koronaárið 2020 tá umsetningurin var 313 mió. kr. Umsetningurin í 2021 var 74% av umsetninginum í 2019, sum var 784 mió. kr. Í 2011 var umsetningurin á 384 mió. kr. Sundurgreiningin vísir, at útvið 50% av umsetninginum í 2021 stavar frá føroyskum flutningsfeløgum, ferðaskipum og ferða skrivstovum (SAS og Widerøe eru ikki tald við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands). Umleið 17% eru frá matstovum, matvøru handlum og drykkjuvørum, 15% frá gistingarstøðunum og 10% frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi prosentini
12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
eru býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðrari sølu. Umsetningstølini fyri Airbnb eru ikki tald við. Sambært TAKS vóru tey í 2018 á 22 mió. Nýggjari tøl fyriliggja ikki. Einki avleitt virksemi er talt við, sum til dømis tað, at stórar íløgur seinastu árini eru gjørdar í gistingarhús, fyri nærum eina hálva milliard í 2019/2020 - pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum. BRUTTOVIRÐISØKING Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er hækkað úr 123 mió. kr í 2020 til 214 mió. kr
ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini útgangandi parturin. Í 2020 og 2021 eru hesi tøl uttan iva nógv lægri.
í 2021. Hetta svarar til ein vøkstur á 74%. Til samanberingar var bruttovirðisøkingin 421 mió. kr. í 2019, áðrenn korona. ÁRSVERK Tann innkomandi ferðavinnan skapti 495 ársverk í 2021, samanborið við 438 ársverk í 2020, svarandi til ein vøkstur á 13%. Í 2019 vóru 714 ársverk og í 2011, tá kanningin byrjaði, vóru 385 ársverk. 35% av ársverk unum vóru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. 23% eru innan gistingar og 19% eru innan matstovur.
Mett verður, at umleið 70% av starvsfólk unum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur. ÚTFLUTNINGSVIRÐI Enn eru endaligu útflutningstølini fyri 2021 ikki tøk, heldur ikki fyri ferðavinnuna, men í 2020 stóð ferðavinnan fyri 3,1% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum, samanborið við 6,4% í 2019, áðrenn korona.
Í 2019 varð mett, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku
Umsetningur frá vitjandi ferðafólki/innkomandi ferðavinnu Mett fyri árini 2013 til 2021 og lýst í mun til samlaða útflutningsvirðið 2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
2020
2021
Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu í alt
Milliónir krónur
460
523
568
606
697
731
784
313
582
Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur
330
351
369
398
310
332
332
191
288
Gistingar og annað hotelvirksemi
43
67
74
75
76
84
104
37
85
Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur
48
49
53
60
175
188
216
35
99
Flutningur innanlands og leiga av bili
19
26
37
40
66
72
78
27
55
Upplivingar og aðrir aktivitetir
14
17
20
18
29
29
32
3
10
Klæðir og fótbúnaður
6
9
9
10
12
12
11
6
5
Onnur søla
2
4
6
6
29
15
10
14
39
Útflutningur av vørum og tænastum*
8.377
8.736
9.216
10.328
11.091
10.635
12.150
10.152
..
Bruttovirðisøking vitjandi ferðafólk ímt búskapin í alt**
5,5%
6,0%
5,1%
5,9%
6,3%
6,9%
6,4%
3,1%
..
* Úflutningurin av vørum og tænastum er gjørdur upp av Hagstovuni sum partur av gjaldsjavnanum til og við 2020. ** Umsetningurin (søluvirði) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum í gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum Kelda: Hagstova Føroya
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 13
Ferðavinnan 2021 í tølum
FERÐAFÓLKAKANNING:
Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable” Ferðafólk í Føroyum eru sera væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru “Unspoiled, Unexplored og Unbelievable”. Hetta vísur ferðafólkakanning, sum Gallup gjørdi fyri Visit Faroe Islands. Seinasta stóra kanningin er frá 2018. Kanningin vísir eisini, at flest ferðafólk leiga hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, og at ein stórur meiriluti (85,3%) heldur ikki, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum.
14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
NØGDSEMI OG VFI-BRANDIÐ Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8%. Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd við VFI-brandinum, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,4%. HVAR FERÐAFÓLK GISTA OG TAL AV FERÐAFÓLKUM Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leigaðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (85,3%) “nei”, meðan 14,1% svaraðu “ja”. Serliga hildu fleiri, at tað var ikki verandi í Tórshavn, tá ið ferðafólkaskipini lógu við kei, tí ov nógv ferðafólk vóru í býnum. Nøkur hildu, at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi og at vandi kundi vera á ferð, í mun til náttúruna í Mykineshólmi. HVAÐANI FERÐAFÓLKINI KOMA FRÁ OG HVAR TEY VITJA Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (17,4%), meðan 14,1% vóru úr Týsklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (7,7%), Italia (7,5%), Stóra Bretlandi (7,2%) og Fraklandi (7%). Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62,1% í Klaksvík, 61,5% við Gjógv, 58% í Vestmanna, 57,8% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi.
PENGAR VERÐA BRÚKTIR UM ALT LANDIÐ Ein stórur meiriluti av ferðafólkum (93%) nýttu pengar í Tórshavn. Síðani nýttu 43,3% pengar í ávikavist Klaksvík, Runavík og Tvøroyri. 42,2% nýttu pengar í størri bygdum, sum t.d. í Sandavági, Miðvági, Fuglafirði og Vági. 41,8% keyptu eitthvørt í smáu bygdunum, sum t.d. í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv. 26,5% nýttu pengar á smáu oyggjunum, sum t.d. í Fugloy, Svínoy, Mykinesi ella Nólsoy. ANNAÐ Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var náttúran (66,5%), og 54,4% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 19,5% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni. Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 11,6% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8,1% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 4,6% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt. FERÐAFÓLKAKANNINGIN Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn. Øll kanningin hjá Gallup kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 15
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi eru vaksnar skjótast seinastu nógvu árini. Sambært WTO hevur vøkst urin verið 4-5% árliga. Korona hevur havt eina sera skakandi ávirkan á vinnuna í 2020 og 2021 og kemur at hava avleið ingar í fleiri ár fram á heimsmarknaðinum, kanska heilt fram til 2025. Væntanin er kortini, at ferðavinnan í Føroyum kann fóta sær skjótari enn tað.
16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019 2021
Hóast Føroyum vantar neyv hagtøl frá 2003-2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama við gistitalinum. Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2012, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Seinnu árini hava vit hómað ein vøkstur, og tí varð ein nýggj menningardeild sett á stovn í 2018. Tað er týdningarmikið at vøkstur og innlendis menning hanga saman. Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur. Hetta verður ikki minst galdandi eftir koronu, nú vinnan hevur fingið stór fíggjarlig bakkøst, samstundis sum kapasiteturin er nógv vaksin.
Núverandi strategi er frá 2012 og fram til 2020. Ætlanin var at menna eina nýggja langtíðarstrategi í 2020/2021, men vegna serstøku støðuna, ið heimurin enn er í í skrivandi løtu, og ikki minst føroyska ferðavinnan, er avgjørt at bíða við hesum arbeiðinum til 2022, tá ferðavinnan vónandi byrjar at koma fyri seg aftur. STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI: 1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangs støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar, fyri at fáa best møguligu effekt. 2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar. 3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi við nærøkini. Veita ráðgeving í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingarmenning, eins og at veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu.
Ársfrágreiðing 2019 2021 / Visit Faroe Islands - 17
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
VISJÓN Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020. Nýggj langtíðarmál verða sett í 2022, tá korona-støðan væntandi er batnað. LANGTÍÐARMÁL FRAM TIL 2020 Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð. Nýggj langtíðarmál verða sett í 2022, tá korona-støðan væntandi er batnað.
18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
2020: · 200.000 gistingar · +450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1 mia. kr. í umsetningi Alt týðir uppá, at málið hevði verið rokkið, um korona farsóttin ikki rakti heimin. Ferða vinnan í Føroyum hevur so at siga ligið lamin í 2020 og 2021. Í 2022 verður sjóneykan sett á at vinna tað mista inn aftur, og at náa 2020 málinum. Fleiri gistingar geva gistingar støðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingar veitarum, flutningsfeløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðar funktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.
MARKNAÐARFØRING OG MENNING Frá 2013 til 2017 hevur alt fokus hjá Visit Faroe Islands verið á altjóða marknaðar føringina, til tess at fáa neyðuga vøksturin fyri at fáa betri fíggjarliga burðardygd í vinnuna. Størst møguligur partur av játtanini hevur hesi árini tískil verið nýttur til marknaðar menning framum vørumenning. Arbeitt hevur verið - og kemur eisini framhaldandi at vera - við at leingja ta stuttu árstíðina, og sostatt selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at royna at fáa fleiri ráð stevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta ger tað eisini lættari at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferðafólkunum, ið leggja mest møguligan pening eftir seg. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.
Frá 2018 fekk Visit Faroe Islands eisini ábyrgd fyri innlendismenning. Í 2018 varð menningardeildin stovnað, fleiri átøk vórðu sett í verk og arbeitt varð við eini menningar strategi, ið fór av bakkastokki á vári 2019, ið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál – at menna og varðveita um somu leið. VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM: Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting: · A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania, Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan, Russland, onnur europeisk lond Í fyrsta umfari var farið eftir teimum marknað um, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunnleikin um Føroyar var lutfalsliga størstur, og harvið var lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevði við sær, at tað í størri mun enn áður hevur verið satsað upp á Norðurlond. Sum frá er liðið, eru aðrir marknaðir eisini raðfestir.
Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði.
Ætlanin er at gera eina nýggja langtíðar strategi frá 2022 og fram.
Á C-marknaðunum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum. Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í ferðavinnubrandinum, og alt arbeiðið skal hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr. Hugsast kann, at korona kemur at gera, at fleiri upp- og niðurrað festingar verða gjørdar í vali av marknaðum framyvir.
Meira útgreinað kunning fæst um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands. Meira útgreinað kunning fast um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.
Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnufyrireikarum.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 19
Visit Faroe Islands
Visit Faroe Islands P/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.
MISSIÓN Visit Faroe Islands arbeiðir við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál. VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðar føring, menning og knowhow, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum. STARVSFÓLK Visit Faroe Islands hevur í dag 9,5 ársverk.
20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
JÁTTAN Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2021 á kr. 18,9 mió. varð nýtt soleiðis: · kr. 8,0 mió. til marknaðarføringsátøk · kr. 3,8 mió. til menningarátøk · kr. 7,1 mió. til umsiting/rakstur/lønir Eisini umsat VFI tær 0,5 mió. kr., sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar. MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2021 Yvirskipað at tryggja størst møguligan áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli hjá ferðasmiðjum og fjølmiðlum á altjóða marknaðinum, til tá fólk byrja at ferðast aftur eftir corona Fokusera uppá viðkomandi marknaðir so hvørt sum teir lata upp í hesi undantaksstøðu Byrja við “lifestyle-instagrammarum” á nærmarknaðunum sum eina roynd í koronatíð - avgreitt
Lansera bygdagøtur.fo – avgreitt Fyriskipa føroyskt Closed for Maintenance – avgreitt Talgilda førleikamenning til vinnu og áhugaði – avgreitt Innlendis marknaðarføring til føroyingar – avgreitt Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum (til 530.000) – avgreitt Menning av nýggjari heimasíðu – í gerð Fáa kunningarstovurnar fult integreraðar í okkara heimasíðuloysn – í gerð Menning av MICE 2030 strategi – í gerð Víðarimenning av Unordinary Meeting konsept – í gerð Leiða formansskapin í ICCAScandinavia og halda ársfundin í Føroyum - avgreitt Fáa Føroyar inn í GDS-Index fyri burðardygd – avgreitt
Stjóri
Skrivstovuhald Bókhald Content & Samskifti
BYGNAÐUR á Visit Faroe Islands
Marknaðarføring Privat & PR
Marknaðarføring Vinna
Marknaðarføring Talgilt
Menning
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 21
Ferðavinnubrandið Føroyar
22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Ferðavinnubrandið Føroyar Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar. Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland skal taka byrjanarstøði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.
frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið hevur verið sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir. Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at ferðavinnu brandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.
Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norður landahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brandingfilmurin varð
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 23
Ferðavinnubrandið Føroyar Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað. Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingar tekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur. Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir. BRÚK AV BRANDINUM Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brand inum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi. Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna
24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Unstoppable
welcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 25
Menningarátøk 2019-2021
Menningarátøk 2019-2021 Nú 2021 er farið afturum ber til at gera status fyri menningararbeiðið við støði í menningarætlanini og teimum átøkum, ið vit stungu út í kortið fyri menningararbeiðið fyrstu trý árini.
Til ber at siga, at hægsta raðfestingin hesi fyrstu 3 árini hevur verið at menna nýggjar grundfunktiónir í Visit Faroe Islands, ið ger felagið betri ført fyri at standa á odda fyri stóru uppgávuni at samskipa og menna ferðavinnuna í Føroyum. Tað hevur m.a. snúð seg um at menna samstørv og samskipan við kunningarstovur, kommunur og stovnar (sum t.d. Umhvørvis stovuna, Landsverk og SSL), at betra um ferðafólkakunningina við skeltum, faldarum, heimasíðum og kunningarskíggjum, at framleiða vegleiðingar, at seta í verk førleika mennandi átøk, menningarætlanir fyri útvald øki o.m.a. Eisini hevur tað snúð seg um at fáa eina vælvirkandi stuðulsskipan, ið so væl sum til ber stuðlar bæði vinnuligum og almennum verkætlanum, ið kunnu vera við til at menna ferðavinnuna í Føroyum.
26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
AVRIK HJÁ MENNINGARDEILDINI Samstarv við kunningarstovur og kommunur Finna fram til samstarv um marknaðarføring av ymsu økjunum Skipa fyri skeiðum, íverksetaratiltøkum, førleikamenning og samansjóðing Borgarafundir Ferðist í egnum landi
Filmur um trygd og rættan atburð – vístur á flogvølli, farstøð v.m.
Skeltaverkætlan Heildarkonsept fyri skelting og kunning Samskipað framleiðsla av allari skelting
Faktasíða um ferðavinnu Faktasíða um ferðavinnu
Bygdagøtur og varðar Bygdagøtur.fo Kunningar- og skeltakonsept fyri bygdagøtur Íverksetan av gøtuverkætlanum Handbók um gøtubygging Handbók um gøtubygging Betri kunning og leiðbeining Heimasíða (menning.fo / ferðavinna.fo) Kunningarskíggjar settir upp Whats’on Faldarar Økiskort Kunning um gongd í haga og trygd Faldari um trygd ísv. gongd í haga – faldarin virkar eisini sum fráboðanaramboð ísv. gongutúrar Kunning um trygd og rættan atburð skal dagførast á øllum miðlum og pallum
Førleikamenning Skeið um tænastu, sølu, marknaðar føring og prísáseting Talgild førleikamenning Matur og burðardygd í ferðavinnuni
Hagtøl Hagtøl Hugburðskanningar og fakta um ferðavinnuna
Menningarætlanir á útvaldum støðum Mykines Stuðlað arbeiðinum at gera ætlanir: Sandoy, Vestmanna, Vágar, Kirkjubø, Fuglafjørður Heildarloysn fyri gongd í haga Uppskot til loysn framleiðast og leggjast fyri politisku skipanina Sjálvboði arbeiði Closed for Maintenance, Open for Voluntourism átakið Stuðulsskipan Almenn og vinnulig stuðulsskipan við formligum mannagongdum setast í verk, eftirmetast og dagførast.
Hóast nøkur átøk strekkja seg yvir fleiri ár, kunnu vit staðfesta, at so at siga øll ætlaði menningarátøk eru sett í verk, og tey flestu eru vit eisini komin á mál við. Eftir at hava verið í eini uppbyggjandi fasu, har nýggjar funktiónir, tænastur og átøk skulu mennast frá grundini, fer menningar arbeiðið nú undir fasu 2 í ætlanini at menna ferðavinnuna í Føroyum. Tað merkir, at fleiri grundfunktiónir, tænastur, samstørv og átøk eru komin í ein meira vanligan rakstur, tó at virkisøkini støðugt verða ment víðari og hildin viðlíka. Tað merkir eisini, at nýggj tiltøk m.a. fara at snúgva seg um at seta í verk royndar skipanir (pilotverkætlanir) í samstarvi við útvaldar partar, ið hava til endamáls at finna fram til ítøkiligar loysnir uppá útvaldar avbjóðingar í ferðavinnuni; ítøkiligar loysnir, ið kunnu geva okkum virðismiklar royndir og vísa leiðina fram, og vónandi verða “proof of concept”, til dømis tá talan er um stóra tørvin á nýggjari lóggávu innan ferðavinnuna.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 27
Menningarátøk 2019-2021
Bygdagøtur
BYGDAGØTUR.FO Frá fyrsta degi hevur menningardeildin havt sum fremstu raðfesting at uppmerkja, skráseta og framleiða kunnandi tilfar um bygdagøturnar í menningini av nýggjum talgildum palli og hentleikum til gongutúrar í fjøllunum. Neyðugt hevur verið at skráseta nærum allar bygdagøtur av nýggjum og samstundis framleiða praktiskan tekst um farleiðirnar, so ferðafólk fáa greiða kunning um lendið, møguligar vandar, serlig atlit, ið neyðug eru at taka og hvussu tú bert teg at við at finna rutuna, hvussu parkeringsviður skiftini eru osv. Vit hava eisini lagt okkum eftir at hava góðar, umboðandi myndir til hvørja bygdagøtu eins og tað er møguligt at taka gpx-fíluna til allar farleiðir niður á t.d. telefon ina, so øll kunnu ferðast trygt eftir bygda gøtunum, eisini um vánaligt sýni verður.
28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Umframt alt hetta nýggja innihaldið sum er ment seinastu tvey árini, er stór orka løgd í at menna grafiskar og tekniskar hentleikar til nýggju heimasíðuna við yvirliti yvir allar bygdagøturnar, so heimasíðan (og seinni appin) verður eitt nútímans amboð til øll, ið ynskja at ganga sær ein túr í haganum. Millum annað hava vit framleitt 3D-filmsbrot, ið geva gongufólki greiða fatan av túrinum. Samanumtikið meta vit, at talan er um eina nýskapandi heimasíðu, ið verður eitt týðandi amboð at skipa ferðavinnuna framyvir. Við hesum hava vit tikið fyrsta stig til at savna allar gonguræsir á eina heimasíðu, ið síðani stigvíst kann útbyggjast við fleiri almennum farleiðum í haganum.
Heimasíðan, bygdagøtur.fo
Næsta stig verður at menna fleiri gonguleiðir burturúr bygdagøtunum, t.d. við at knýta fleiri bygdagøtur saman til longri túrar og til rundtúrar, so tú endar aftur har, sum túrurin byrjar. Heimasíðan bygdagøtur.fo sá dagsins ljós fyrst í 2021.
Umframt heimasíðuna, verða allar bygda gøtur skeltaðar og tær fáa allar eina torleika meting eftir stigfestisskipanini, sum vit hava ment. Eisini eru prestar settir niður, har neyðugt er við neyvari leiðbeining og at enda verður eisini faldari gjørdur við einum yvirliti yvir útvaldar bygdagøtur. Til samans hava vit nú ment eitt sera hent amboð og eina heildarloysn, ið vit kunnu byggja víðari á í arbeiðinum at skipa ferða vinnuna í høgunum við alsamt fleiri farleiðum, skeltum o.a. GØTUHANDBÓK Seinnu árini hava víst, at stórur tørvur er á lætt atkomuligari vitan um, hvussu hagagøtur verða gjørdar á bestan hátt. Fleiri óhepnar loysnir hava verið at sæð í føroysku fjøll unum, og økti ansurin á slit og betri farleiðir í náttúruni hevur gjørt, at menningardeildin
Menningardeildin framleiddi eina praktiska hondbólk, ið vísir, hvussu hagagøtur verða gjørdar og røktar.
hevur tikið stig til at gera eina praktiska handbók, ið vísir, hvussu hagagøtur verða gjørdar og røktar. Vónin er, at handbókin verður eitt hent amboð, ikki minst í arbeiði num at halda almennu bygdagøturnar. Handbókin varð liðug fyrst í 2021 og varð deild út til kommunur og aðrar viðkomandi áhugabólkar. Handbókin verður í dag dúgliga brúkt a m.a. ísv. CFM-verkætlanirnar og sum undirvísingartilfar ísv. yrkisskeið á Búnaðar stovuni. FØRLEIKAMENNING Í 2020 og 2021 hava vit gjørt av at skipa førleikamennandi átøkini øðrvísi. Frá at hava skeið innan tænastu, sølu, prísáseting v.m. fyri útvaldum íverksetum, hava vit hesi seinastu tvey árini skipað átøkini øðrvísi, so vit 1) geva fleiri møguleikan at luttaka og 2) koma meiri í dýpdina við einum útvaldum evni.
Førleikamenning
Orsaka av korona, valdu vit á vetri 20202021 at savna okkum um talgilda førleika menning og í ár (veturin 2021-2022) hava vit í samstarvi við Visit Tórshavn sett sjóneykuna á burðardygga matgerð í ferðavinnuni í eini fyrilestrarrøð/tiltøkum við 3-4 tiltøk gjøgnum veturin. Endamálið er at stimbra og kveikja vinnuna og nýggjar veitarar til ein burðar dyggan hugburð til matgerð við føroyskum dygdarvørum. Ferðavinnan er ein drívmegi við nýhugsan og menning innan mat og lokala framleiðslu. Soleiðis slóðar ferðavinnan fyri menningini av fleiri lokalum og harvið meiri burðardyggum loysnum innan matframleiðslu og -nýtslu. Hesi seinastu árini er eyðsæð, at tað er vaksandi matstovuvinnan, sum í stóran mun hevur staðið fyri nýhugsan av siðbundnum føroyskum mati. Hetta hevur so stuðlað uppundir spírandi grønmetisframleiðsluna og aðrar landbúnaðarvørur í Føroyum. Sum partur av fyrilestrarøðini bjóðar Visit Faroe Islands eisini longri og styttri skeið innan burðardygga matgerð bíliga til fólk í ferðavinnuni. Skeiðini eru skipaði í samstarvi við Mat & Moldmentunarháskúlan á Sandi.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 29
Menningarátøk 2019-2021
TRYGDARFILMUR Í 2021 framleiddu vit ein stuttan film, ið vísir, hvussu tú bert teg trygt at í føroysku fjøll unum. Filmurin endurgevur týdningarmiklu ráðini úr trygdarfaldaranum og er somuleiðis ein áheitan á ferðafólk um at nýta einføldu fráboðanarskipanina, ið faldarin leggur upp til, har ferðafólk verða eggjað at útfylla baksíðuna á faldaranum og lata hana liggja eftir hjá vertinum ella í forrútinum á bilinum. Hetta so tað altíð er onkur sum veit, hvar fólk eru farin og nær tey vænta at vera aftur. Fráboðanarskipanin hevur longu prógvað sítt virði og hevur m.a. fyribyrgt at tilbúgvingin verður tilkallað óneyðugt.
Kortini eyðmerkja 7 útvald støð, ið eru nærri lýst við myndum og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Kortið eyðmerkir m.a. eisini týdningarmikil staðar nøvn og bygdagøturnar í økinum. Kortini taka støði í sama samleika sum skelti, faldarar og annað tilfar, ið Visit Faroe Islands
Filmurin verður vístur á flogvøllinum, farstøðini, kunningarstovum v.m. Kort av Suðuroy og Vágar & Mykines
VÁGAR
VESTMANNAFLÓGVI
Kóphellan Undir Lað
Slættanestangi
Nesið
SLÆTTANES Hellutangi Barðið
Stikugjógv
Ritunøva
Grímstaðfjall 523 m Doddaskorurðin Antinsfjall 392 m Høvdin uttanfyri Eyrgjógv 502 m
Hópurin
Barðnøs Tjørnunes
Gjógvin á Skálanum Sæurðagjógv
Árnafjall 722 m
MYKINES Steinfløttur Sæurðabarmur
Hallvarðsskriða
Tindagjógv
Skarðsfløttur
Mykineshólmur
Knúkur 560 m
Skarvaklettur Steinurin
Leitistaangi
Heimaranes
GÁSADALUR
Heðinsskorarfjall 433 m Árnafjall 350 m
Borðan
Klubbin 352 m Eysturtindur 715 m Jatnagarðar 676 m
Múlafossur
MYKINESFJØRÐUR
Skarvamúli Núgvunes Sleiparhella
Ferja til Mykines –
Hvilvtkinnavatn
Gáshólmur
Oyrargjógv Krossafelli 545 m Hvalagjógv
BØUR
Fútaklettur Suðurí Bug Tvillingsgjógvin Gásafelli 572 m
Norði á Mýrum
Lírisfelli 352 m
Eindalsfjall 449 m Múlin
Kvívíksskoranøva
VATNSOYRAR
Breiðá Undir Áunum Selvík
Kaminan Bakkin
Dávarheyggjar
Sundsnøva 286 m
Flúgvarabedingin
Høgafjall 515 m
Kjóadalur
Reynsatindur 676 m
Jógvansfjall 595 m
SØRVÁGUR
Breiðistíggjur 594 m Malinstindur 683 m
Nónfjall 367 m
Húsafelli 591 m
at sv n –
tn sva iti Le
Dunnesdrangar
Church
Suður á Fjalli 305 m
Ferry
Giljanes Gróthústangi
Ennini
Lighthouse
Two-lane road
Museum
One-lane road
Point of interest
Two-lane tunnel
Service station
One-lane tunnel Hiking path
Toilet Viewpoint
30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Moshellan
Sløkjugjógvin
2 km
Geituskorardrangur Kollgjógv
Presttangi
Mintoyrar Ritubergsnøva 376 m
Bøsdalafossur Trælanípa
Múlin
Ravnsfjall Middagsfjall 269 m 343 m Gimbragjótan
Krosstindur 574 m
Burkus
Trøllkonufingur
Skarvaklettur
Slættabergsmúli
Helipad
Oknadalsgjógv Kleppseyðarættin
á Steig
Kálvalíð
ág rv
Bolaflettur 458 m Selbergsfles
Oknadalur
SANDAVÁGUR
MIÐVÁGUR
Raðnes
Campsite
Heldarstindur 572 m
Gilliðtrítitindur 643 m
Munkastova
Bus stop
Marragjógv
Glyvur
SØRVÁGSFJØRÐUR
Drangarnir
Airport
Neytagjógv
lav at n
Vatnsdalsfjall 514 m Vatnsdalsvatn
Berinartindur 524 m BØUR
Hvalsker Tindhólmur
al
Illalág
Salgjógv
Ferry to Myk ines
Kloddin
Tungufellið Lítla 443 m
Tormansgjógv
Rógvukollur 464 m
Álkuklettur Falltangi
Mølin 423 m
Fj
Knattarheyggjur Snældansfjall 630 m 617 m
Knavin 485 m
Sjóarmølin
Rákartangi
Tungufelli 563 m
Viðvík
Byrgi Knavin Tangin á Trøð
Klíningsgjógv
Nevtangi
Víkar
Heinanøva 612 m
Bakkin í Blæingini
Norðara Kálvanes
Nevið
Jatnagarðar 591 m
Sø
KIRKJUR Visit Faroe Islands hevur framleitt ein serstakan kirkjufaldara við yvirliti yvir 11 kirkjur kring landið. Faldarin greiðir frá kristnu siðvenjuni í Føroyum og teirri serstøðu, kirkjurnar hava í flestu bygdum í landinum. Kirkjurnar eru nógv avmyndaðar og hava eisini eina serstøðu í ferðavinnuni. Tó er vitanin kanska ikki so lætt atkomilig og tíverri eru flestu kirkjurnar stongdar, so vitjandi ikki kunnu vitja tær. Faldarin vísir á tær kirkjur í Føroyum sum hava fastar vitjanartíðir. Umframt at seta sjóneykuna á føroysku kirkjuna í ferðavinnuhøpi er endamálið við faldaranum eisini at fjøltátta úrvalið av vitjunarverdum støðum, ikki minst uttanfyri háárstíðina. Faldarin verður prentaður í 2022.
NÝGGJ ØKISKORT – SUÐUROY OG VÁGAR Í 2021 vóru tvey nýggj økiskort til ferðavinn una framleidd, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum. Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað, sum ymsu økini hava at bjóða og at kunna um við komandi viðurskifti, m.a. trygd ísv. gongu túrar.
framleiðir. Eisini gongur sama kunning aftur um m.a. rættan atburð. Yvirskipaða endamálið er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið og kortini eru sostatt liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna. Kortini eru væl egnaði sum t.d. veggjaprýði. Umborð á Smyrli prýðir vakra Suðuroyggin nú veggir á dekki 5, har til ber at taka sær eitt suðuroyarkort við sær, so ferðafólk kunnu nýta tíðina umborð á Smyrli til at fyrireika seg til eina vitjan í Suðuroy. Í 2022 verða fleiri slík økiskort framleidd og málið er at øll øki í landinum verða umboðað við egnum økiskorti. HEIMASÍÐAN Føroyski parturin av heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands verður stigvíst útbygdur á visitfaroeislands.com/vinna/menning. Í 2021 hava vit skipað og útbygt síðuna betri fyri øll áhugaði. Har liggja vegleiðingar, stuðuls skipanin, bíleggingarskjøl til skelting, hagtøl,
førleikamennandi tilfar til t.d. talgildar miðlar, startup v.m. Framyvir verður alt tilfarið at finna undir navninum www.menning.fo STUÐULSSKIPANIN Í 2021 komu 12 umsóknir um almennar verkætlanir frá kommunum og kunningar stovum. 10 umsóknir vóru gingnar á møti. Í 2021 komu 15 umsóknir um vinnuligan stuðul. 12 av hesum verkætlanum eru heilt ella lutvíst gingnar á møti. Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina í desember 2021, avgjørdi fíggjarnevndin at skerja virksemið hjá Visit Faroe Islands við 500.000 kr. annað árið á rað. Ein avleiðing av hesum sparingum er, at avgerð er tikin um at stuðulsskipanin til vinnuligar verk ætlanir fyribils verður steðgað. Sostatt verður bara stuðulsskipanin til almennar verkætlanir, ið verður virkin í 2022.
Stuðulsskipanin til vinnuligar verkætlanir hevur havt stóran týdning í ferðavinnu menningini í Føroyum, síðani hon kom í gildi í 2018. Skipanin hevur veitt íverksetum innan ferðavinnuna fíggjarligan stuðul til at koma í gongd við virksemi sítt. Ein stórur partur av vinnuspírunum í ferðavinnuni hesi seinastu árini eru hjálptir ávegis við stuðli frá Visit Faroe Islands. Møguliga høvdu fleiri teirra ikki sæð dagsins ljós við ongum íverk setanarstuðli. Umframt at stuðla nýggjum virksemi, hevur stuðulsskipanin eisini verið eitt gott amboð í arbeiðinum at tryggja góðsku í ferðavinnuni, ið tekur støði í serføroyskum upplivingum, eftirsum skipanin hevur givið VFI møguleika at seta treytir um m.a. góðsku ísv. stuðulin. Hvørt ár síðani 2018 hava vit fingið 20-25 umsóknir. Tilsamans hevur Visit Faroe Islands fingið 88 umsóknir um stuðul til vinnuligar ferðavinnuverkætlanir síðani 2018. Ein stórur partur av hesum umsóknum hava fingið vælvild. Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 31
Menningarátøk 2019-2021
Ferðist í egnum landi Orsakað av serligu støðuni í summar, avgjørdi Visit Faroe Islands at geva gamla átakinum “Ferðist í egnum landi” nýtt lív. Í 2020 gjørdi koronastøðan, at vit avgjørdu at geva gamla átakinum “Ferðist í egnum landi” nýtt lív við at menna nýggj pakkatilboð og heimasíðu, ið skuldi vera sýnisgluggi hjá ferðavinnuni á føroyska marknaðinum. Vit mentu átakið í samstarvi við Kunningarstovur og Ferðavinnufelagið og endamálið var at vísa á allar teir møguleikar og tey tilboð, sum ferðavinnan hevur skapt seinastu árini og, ikki minst, at eggja føroyingum at brúka hesi tilboð, so føroyski heimamarknaðurin veksur. Eisini var endamálið at geva ferðavinnuni eina hjálpandi hond og vónandi vera við til at taka broddin av teirri ógvusligu niðurgongd, sum korona elvdi til, við at menna føroyska heimamarknaðin. Á sumri 2021 avgjørdu vit at endurtaka átakið. Í staðin fyri eina keypsheimasíðu, valdu vit heldur at gera eina rættiliga umfatandi lýsingarherferð í SVF og á sosialum miðlum, har vit. m.a. gjørdu samstarv við útvaldar “influensarar” og fotografar. Sum heild eitt væl eydnað “Ferðist í egnum landi”, ið enn einaferð setti sjóneykuna á allar teir møgu leikar, ferðavinnan hevur ment, eisini til føroyingar at upplivað egið land við góðum frítíðarupplivingum.
32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 33
Menningarátøk 2019-2021
Closed for Maintenance Føroyar Eftir eitt ár við stórum korona-avmarkingum, loyvdu umstøðurnar okkum aftur at skipa fyri Closed For Maintenance (CFM) í 2021, heilar tvær ferðir. Í apríl 2021 var støðan tó so óviss og ferðasambandið til Føroyar so mikið skert av avmarkingum, at tað ikki var ráðiligt at skipa átakið í apríl sum vanligt. Vit gjørdu tí av at hava eina verkætlan fyri føroysk sjálvboðin burturav. CFM-Føroyar var 23.-24. apríl og 60 sjálvbodnir føroyingar luttóku í 6 ymiskum verkætlanum: Vestmanna - upp merkja og umvæla bygdagøtuna millum Vestmanna og Hvalvík, Mykines: gera gøtu niðan móti minnisvarðanum og umvæla gøtu út á Kumlar, Vágur: Betra atkomu møguleikarnar til varða/bygdagøtuna norðan fyri Vág og fríðka um viðarlundina, Nólsoy: Gera gøtuna millum bygdina og Borðina, betra um atkomuna í mýrulendinum og seta steyrar niður, Kambsdalur: Endurreisa niðurdotnar varðar á bygdagøtuni millum Kambsdal og Skálabotn og Tórshavn: Umvæla nógv vitjaðu bygda gøtuna millum Tórshavn og Kirkjubø.
34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 35
Menningarátøk 2019-2021
36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Closed for Maintenance altjóða útgáva Á heysti 2021 vóru umstøðurnar kring korona so mikið broyttar, at aftur bar til at fyrireika eitt vanligt CFM við útlendskari luttøku. Vit avgjørdu tí at halda útsetta tiltakið frá 2020 dagarnar 23. og 24. september. Hesaferð vóru áleið 60 útlendingar, ið kundu vera við og 40 føroyingar, so vit til samans høvdu uml. 100 sjálvboðin til verka á 9 ymiskum verkætlanum: Tjørnuvík: Umvæla nógv vitjaðu bygdagøtuna til Saksunar, Vágar: Umvæla bygda gøtuna millum Miðvág og Vatnsoyrar, Funningur: Uppmerkja og umvæla farleiðina frá Gjáarskarði út á Hvíthamar, Hellur nar: Fáa gomlu steinsettu gøtuna millum Hellurnar og Fuglafjørð fram aftur til heiður og æru, Klaksvík: Framhald av verkætlan frá CFM-2019 - umvæla væl vitjaðu gøtuna niðan á Klakk, Skúvoy: Uppmerkja nýggjar gonguleiðir í oynni og seta skeltir upp, Nólsoy: Umvæla gøtuna út á Borðuna, framhald av verkætlan frá vári 2021, Tvøroyri: Umvæla bygdagøtu og endurreisa varðar millum Tvøroyri og Fámjin og Hestoy: Uppmerkja og umvæla tvær hagagøtur: Niðan á Snið og Út á Hæl. Sostatt hava vit í 2021 gjøgnumført 15 CFM-verkætlanir og sera nógv er komið burturúr. CFM er vorðið ein stór savningarmegi og eitt høvi at fremja ábøtur og fyrireika nýggj øki til ferðavinnuna.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 37
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri uml. 60 mió. kr. Síðstu farnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum at skapa umrøðu av Føroyum í útlendskum miðlum. Eins og í 2020 var hetta arbeiðið, sum so nógv annað, darvað av koronu. Síðstu árini hava vit havt út ímóti 250 miðlafólk í Føroyum um árið. Í 2021 var talið júst 100, harav 36 vóru sokallaðir Instagrammarar. Talið er væl hægri enn í 2020, hóast tað er langt frá teimum tølum, vit hava sæð undanfarin ár.
VFI hevur uppgjørt virðið av greinum og sendingum frá fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað. Talið av miðlafólkum, sum vitjaðu, varð sum nevnt nógv lægri í 2021 samanborið við undanfarnu árini. Harafturat gjørdi koronastøðan, at einki stórt lýsingar átak varð raðfest í 2021, sum samlað sæð ger, at fjølmiðlaumrøðan var óvanliga lág, uml. 60 mió. kr. Í 2020 gav átakið ”Remote Tourism”, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri á várið 2020, tá heimurin stongdi niður orsakað av koronu, sera nógva umrøðu í útlendskum miðlum. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2020 varð til samanbering ar 261 mió. kr. Hildið var áfram við arbeiðinum at halda samband við miðlafólk, sum vit byrjaðu uppá, tá korona gjørdi, at tey ikki kundu vitja
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 39
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
í Føroyum á sama hátt, sum tey plaga. Endamálið var at tryggja, at Føroyar eru í teirra tonkum. Bæði tá tað snýr seg um at skriva greinar um ferðamál, sum tey droyma seg burtur til, og fyri at tryggja, at tey vóru áhugaði at ferðast til Føroyar, tá tað var gjørligt aftur. Áhugin fyri Føroyum var rættiliga stórur, og nógv miðlafólk vendu sær til Visit Faroe Islands fyri at fáa kunning um, hvussu støðan var við koronu og nær tað aftur var gjørligt at ferðast til Føroyar.
40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Harumframt sendu vit javnan kunning um Føroyar til miðlasambond ígjøgnum okkara PR samstarv í Bretlandi fyri at tryggja, at áhugin fyri Føroyum varð hildin við líka, og at vit kundu halda fram við miðlaarbeiðinum, so skjótt tað var gjørligt aftur. Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2021, vóru úr londum sum Danmark, Svøríki, Stórabretlandi, Italia, Hollandi, Belgia, Fraklandi, Týsklandi, Spania,
Eysturríki, Ísrael og USA. 64 útlendsk fjølmiðlafólk frá fyrst og fremst bløðum og tíðarritum vitjaðu Føroyar sum gestir hjá VFI í 2021. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagrammarum” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2021 komu 36 ymiskir Instagrammarar til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava
sjónvarps- og útvarpslið úr Danmark, Týsklandi og Fraklandi vitjað. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum. Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fiskiskapi, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin higar. Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er vanligt at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella
1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at vit bert telja virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing. Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðla vitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skrivstovur í Svøríki, Italia, Fraklandi og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar. Í samband við marknaðarføringsátøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boðskapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PR-skrivstovur í USA og Danmark. Vit hava eisini samstarvað við PR fyritøku í Týsklandi, men mett var ikki, at samstarvið gav neyðuga útslitið, og tí var tann avtalan søgd upp frá januar 2020. Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic Airways og Gist & Vist, ið veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at
tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðar føringina av Føroyum sum ferðamáli. Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www. visitfaroeislands.com/press-professionals, har eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendsk um miðlum er at finna. FAROE ISLANDS PODCAST Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu nógvu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sending arnar, ið verða sendar alt árið. Í 2021 hevði Faroe Islands Podcast góðar 89.000 niðurtøkur sum er umleið sama tal sum árið fyri. Í 2019 var talið 114.000. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. Stóra broyt ingin er tó, at USA er ovast á listanum í 2021 við 47% av teimum, ið tóku sending arnar niður, síðani kom Týskland við 13% og annars eru Stórabretland, Føroyar, Írland, Danmark, India, Svøríki, Avstralia, Kanada og Filipsoyggjar hini londini á topp 10 listanum. Tilsamans eru fólk úr umleið 100 ymiskum londum, sum lurta eftir Faroe Islands Podcast. VFI plagar at rinda ein part av ferðakostnaði num hjá Matthew, tá hann er í Føroyum fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 41
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Nakrir av miðlunum, ið hava skrivað um Føroyar seinastu árini í samstarvi við VFI
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 43
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Føroyar eitt av fremstu ferðamálum í 2021, sambært Lonely Planet Í november 2020 valdi kendi ferðamiðilin Lonely Planet Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.
Best in Travel heiðurslønin er latin á hvørjum ári, og dómsnevndin telur fremstu serfrøðing ar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar fingu pláss í ‘Community Connection’ bólkinum. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at tey vóru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku
mentanina. Tey vísa millum annað á heima blídni, Hoyma konsertir og Closed for Maintenance átakið sum dømi. Hvørt ár verður bíðað í spenningi eftir listanum hjá Lonely Planet, National Geographic og øðrum, og listarnir fáa altíð nógva umrøðu í miðlum kring allan heimin. Tað er tí av stórum týdningi fyri lond og býir at koma á hesar listar, og enn meira í eini tíð, har korona hevur lagt ferðavinnuna púra lamna.
Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar sum ferðamál at fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum, og grundgevingarnar um, at Føroyar raðfesta eina autentiska ferðavinnu, koma serliga væl við og passa væl til tað slag av ferðavinnu, sum Visit Faroe Islands leggur dent á í menningarætlanini fyri ferðavinnu.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 45
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2021
46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 47
Marknaðarføringsvirksemi 2021
PR-átak á danska marknaðinum Tá Føroyar frá 1. apríl 2021 broytti reglugerðina, so at koppsettir danir kundu vitja Føroyar uttan at fara í seks daga sóttarhald, gjørdi VFI eitt átak við endamálinum at varpa ljós á hesa broyting í donskum miðlum. Hetta fyri at hjálpa ferðavinnuni í gongd aftur, tá danskarar sum fyrstu borgarar kundu vitja Føroyar aftur. Talan var um eitt lítið PR-átak, ið tó fekk rættuliga nógva umrøðu í flestu donsku miðlum, harímillum beinleiðis samrøðu við Guðrið Højgaard á TV2 News. 46 greinar/innsløg vórðu gjørd, ið náddu av 7,5 mió. lesarum. Átakið, ið varð gjørt saman við Atlantic Airways, Vága Floghavn og Smyril Line, gekk út uppá at bjóða túsund ókeypis einvegis ferðaseðlar til danir, ið høvdu fingið seinna koppsetingarprikið. Einvegis ferðaseðlarnir, ið Smyril Line og Atlantic Airways lótu, vórðu latnir til tey fyrstu 1.000, ið skrásettu seg treytað av, at tey kundu prógva, at tey vóru koppsett. Átakið varð gjørt í samráð við heilsumyndugleikar.
48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
TV2.dk 31.3.2021
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 49
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Frítíðarferðavinna IMM, Paris
FERIE FOR ALLE, HERNING, TALGILD ÚTGÁVA
NORDIC MARKETPLACE, KEYPMANNAHAVN, TALGILD ÚTGÁVA
19. februar
25. februar
Ein messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for Alle, sum er í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum. Í 2021 var skipað fyri talgildari útgávu av messuni, har Føroyar høvdu eina sersíðu við kunning um Føroyar sum ferðamáli og um tær fyritøkur, sum vóru partur av talgildu útgávuni. Smyrli Line, Atlantic Airways. Greengate og Make Travel, sum vóru við, høvdu harumframt møguleika at leggja serlig tilboð á heimasíðuna hjá Ferie for Alle í eitt tíðarskeið. Tað er ivasamt, um nakað ítøkiligt kom burturúr hesum átakinum, kanska mest tí fyrireikararnir ikki lýstu serliga væl við tí.
Í februar 2020 var skipað fyri nýggjari verkstovu, sum hevur til endamáls at bjóða veitarum úr Norðurlondum og baltisku londunum møguleika at hitta ferðasmiðir úr øllum heiminum. Í 2021 var verkstovan talgild og Visit Faroe Islands hevði høvi at hitta eina røð av viðkomandi ferðasmiðum. Talgildar verkstovur eru tó betur egnaðar at halda samband við fyritøkur, sum vit longu kenna, meðan tað er meira trupult at selja Føroyar gjøgnum ein stuttan talgildan fund við ferðasmið, sum einki kennir til Føroyar. Niðurstøðan er tó, at í óvanligum tíðum koma talgild tiltøk væl við.
VFI stendur fyri parti av kostnaðinum fyri føroysku luttøkuni á Ferie for Alle.
50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
IMM, PARÍS 22 juni
Visit Faroe Islands hevur nakrar ferðir tikið lut á IMM, International Media Marketplace miðlatiltøkum, m.a. í Berlin og New York. Hesi tiltøk vísa seg at vera vælvitjaði við viðkomandi miðlafólkum, og tí var avgerð tikin um eisini at taka lut á IMM tiltaki í París, m.a. tí Atlantic Airways aftur fer undir beinleiðis flogferðir til París. Eins og á undanfarnum IMM tiltøkum, var áhugin fyri Føroyum sera stórur, og vit høvdu eina røð av spennandi fundum við miðlafólk og bloggarar, sum vóru áhugaði í at vitja Føroyar fyri at skriva greinar. Ætlanin er at fáa nøkur av teimum til Føroyar í 2022.
VESTNORDEN, ÍSLAND 7. oktober
Ísland skuldi havt verið vertur fyri Vestnorden í 2020, tað var tó flutt á netið til talgildar fundir, og avgerð var tikin um, at Ísland eisini skuldi vera vertur fyri Vestnorden 2021. Vestnorden er størsta ferðavinnutiltakið, sum Ísland, Grønland og Føroyar skipa fyri, og sum londini skiftast um at vera vertur fyri. Tað var ivasamt, um tað fór at vera gjørligt at skipa fyri einum tiltaki á staðnum, og um fólk fóru at melda til. Avgerð var tí tikin um at lækka prísin fyri keyparar og tað eydnaðist væl. Eini 200 keyparar og 200 seljarar tóku lut. Vestnorden, Ísland
WEST DENMARK RECONNECTED August
Flogvøllurin í Billund hevði fingið játtan frá nýggjari ferðavinnuverkætlan í Danmark, ‘West Denmark ReConnected’, at marknaðarføra flogsambandið millum Billund og Føroyar. Ein av treytunum fyri játtanina var, at Visit Faroe Islands skuldi standa fyri verkætlanini, og at átakið skuldi marknaðarføra landið Føroyar heldur enn flogrutuna. Dansk Kyst og Naturturisme stóð fyri arbeiðinum, og í samráð við tey var avgjørt at koyra bannara lýsingar við filmsbrotum úr Føroyum á heimasíðunum hjá Politiken, pol.dk, og Jyllandsposten, jp.dk og heilsíðulýsingar í Jyllandsposten. Visit Faroe Islands ger vanliga ikki hetta slag av lýsingararbeiði, men tá vit fingu bjóðað møguleikan, vóru vit sjálvandi áhugaði í at vera partur av átakinum.
62N, Atlantic Airways, Greengate, Hilton, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, HK, Remót Travel, Smyril Line og Visit Faroe Islands tóku lut á Vestnorden og tað var breið semja um, at tað var gott at sleppa at hitta ferðasmiðir og onnur sambond aftur. Fyritøkurnar høvdu nógvar fundir, og niðurstøðan var, at tað var stórur áhugi fyri
Flyv til fantastiske Færøerne med Atlantic Airways
West Denmark Reconnected
Føroyum. Kenslan er, at ferðafólk skjótt fara at koma aftur til Føroyar, ið er eitt serstakt ferðamál, sum bjóðar tað, ið nógv ferðafólk leita eftir í hesum tíðum: náttúruupplivingar, fríska luft og eitt ferðamál uttan nógv ferðafólk. Semja var eisini um, at tað var gott at sleppa at heilsa uppá fólk, og at talgildir fundir ikki kunnu koma í staðin fyri fundir, har tú hittir fólk og betur fært tosað saman. Næsta Vestnorden verður í Grønlandi 19. – 22. september 2022. REJSELIVSMESSE FOR KVALITETS REJSER, KEYPMANNAHAVN 23. – 24. oktober
Eins og undanfarin ár høvdu Greengate og Atlantic Airways bás á ferðavinnumessuni Rejsemesse for Kvalitetsrejser í Øksnehallen í Keypmannahavn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serligum ferðaupplivingum. Eini 10.000 fólk vitjaðu messuna, undanfarin ár hevur talið ligið um 17.000. Visit Faroe Islands rindaði ein part av básinum. Visit Faroe Islands eftirmetir støðugt øll marknaðarføringstiltøk, avgerð er tikin um ikki at halda fram við messuni í Øksnehallen, partvís tí vinnan ikki í líka stóran mun sum fyrr er áhugað í at taka lut, men eisini tí tað verður mett at vera nóg mikið við einari publikums messu í Danmark, so hildið verður fram við messuni í Herning.
uopdaget
udforsk det ukendte, opdag dig selv
MEET THE MEDIA, LONDON 9. november
visitfaroeislands.com
AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferðasmiðum, Association of Independent Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 51
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitja num til Føroya, og er VFI tí vorðið limur í AITO. Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðindafólk. Einki miðlatiltak var í 2020, so tað var gott at hitta fólk aftur. Tað var nakað minni luttøka enn vanlig ár, men VFI fekk tó ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond knýtt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr.
Íslandi, Grønlandi, Finlandi, Estlandi og Føroyum. Tær royndirnar eru sera góðar, so tað er upplagt at menna samstarvið víðari. Avgerð var tikin um at fara til bæði Brussel og Amsterdam; korona gjørdi, at ætlaða work shoppin í 2020 var avlýst, men á heysti 2021 bar til. 62N, Atlantic Airways, Greengate tóku lut saman við Visit Faroe Islands. Tiltøkini vóru væl fyriskipaði og føroysku luttakarnir høvdu nógvar viðkomandi fundir. Avgerð var tikin um at skipa fyri eini slíkari workshop aftur í 2022. 5 Country Workshop, Brussels og Amsterdam
NORÐURLENDSK VERKSTOVA Í ITALIA, TALGILD ÚTGÁVA 17. – 18. november
Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á norðurlendsku verkstovuni, sum Visit Denmark í Italia skipar fyri. Eins og í 2020 var verkstovan broytt til at vera talgildir fundir. Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á verkstovuni, og sum altíð er endamálið at skapa sambond við italskar ferðasmiðir. Nógvir fundir vórðu avtalaðir til dagarnar, og tað var sera stórur áhugi fyri Føroyum frá italsku ferðasmiðunum. Fleiri av teimum vóru nýggj og selja vanliga ferðamál longur burtur, men leita nú eftir ferðamálum tættari við Italia. Hetta tí tey vænta, at ferðamál í t.d. Asia, ikki verða tey fyrstu, sum fólk fara at velja, tá tað aftur verður gjørligt at ferðast. Sum við Vestnorden, var tað gott at fáa høvi at heilsa uppá fyritøkur og fólk, sum longu kenna og selja Føroyar, men meira trupult at skapa sambond við fólk, sum als ikki kenna Føroyar frammanundan.
5 COUNTRY WORKSHOP, BRUSSELS OG AMSTERDAM
USTOA ANNUAL CONFERENCE & MARKETPLACE
9. – 10. november
7. – 10. desember
Visit Faroe Islands hevur í eina tíð tosað um, at vit eiga at vera meira sjónlig í Hollandi, sum er ein sera áhugaverdur marknaður fyri Føroyar. Vit hava síðan tosað við Ísland og Grønland um at fara saman, men tað hevur verið trupult at finna rættar samstarvspartar. Stig var síðani tikið til at royna eina 5 country workshop á sama hátt sum í London við
Amerikanski marknaðurin er áhugaverdur fyri Føroyar, og Visit Faroe Islands hevur í nøkur ár marknaðarført Føroyar í USA, serliga við miðlavitjanum og við luttøku á roadshows, sum Promote Iceland hevur staðið fyri. Av tí at góðskan av roadshow’unum hevur verið svingandi, var neyðugt at kanna aðrar møguleikar. Atlantic Airways og Visit Faroe
52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Islands gjørdu tí av at taka lut á árligu ráðstevnuni hjá USTOA, sum er felagsskapur fyri amerikanskar ferðasmiðir, í 2019. Tiltakið fevnir um B2B fundir og ein ráðstevnupart. USTOA er áhugavert, tí har er høvi at hitta stjórar fyri stórar amerikanskar ferðafyritøkur. Í 2020 varð tiltakið flutt á netið, Visit Faroe Islands tók lut og hevði nógvar sera áhuga verdar fundir, har høvi var at hitta fyritøkur, sum ikki enn selja Føroyar, men høvdu havt Føroyar á radaranum í nøkur ár. Í 2021 lá ikki fyri hjá Visit Faroe Islands at taka lut, so heitt var á Greengate um at umboða Føroyar. Eins og undanfarin ár var rættiliga stórur áhugi fyri Føroyum. Føroyar eru eisini partur av samstarvi við hini Norður londini um marknaðarføring í USA, sum m.a. er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum. Í hesum sambandi skipaðu Norðurlond fyri móttøku fyri serliga útvaldum ferðasmiðum, sum eydnaðist sera væl. Føroyar eiga at halda fram at taka lut á USTOA komandi
USTOA Annual Conference & Marketplace
árini, sum part av arbeiðinum at marknaðar føra Føroyar í USA. KUNNINGARFERÐIR FYRI FERÐASMIÐIR Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðar føra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarisation tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi ferðaskriv stovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál. Allar vitjanirnar í 2021 vóru avlýstar orsakað av koronu.
TILTØK, IÐ VÓRÐU AVLÝST AV KORONU · Reiselivsmessen, Oslo, januar · 5 country workshop, London, februar · IMM, Meet the Media, Berlin, mars · ITB, Berlin, mars · Visit Faroe Islands Fam-shop, Tórshavn, apríl · Átak fyri donskum miðlum ísv. Copen hagen Cooking, Keypmannahavn, august · Átjan Wild Oyggjar, Føroyar, september · HM undankapping, Skotland, oktober · HM undankapping, Keypmannhavn, november Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 53
Vinnuferðavinna
Vinnuferðavinnan fótar sær aftur... Korona merkti vinnuferðavinnuna sera nógv aftur í 2021. Kreppan, ið rakti vinnuferðavinnuna fyrst, fer helst eisini at raka vinnuferðavinnuna longst. Kortini eru góðar vónir um, at vinnan fer at fóta sær væl aftur, men vinnuferðafólk verða meiri kræsin og velja sínar ferðir við størri umhugsni í framtíðini. Fyrri helmingur av 2021 var heldur friðarligur, har flestu tiltøk úti á marknaðinum vóru antin avlýst ella talgild. Eisini vóru flestu ráðstevnur, sum skuldu vera í Føroyum útsett. Seinni helmingurin av árinum var harafturímóti nógv at gera, serliga úti á marknaðinum, har fleiri tiltøk vóru kroyst inn í seinnu hálvu av árinum.
54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
YVIRLIT YVIR STØRRI FUNDIR Her er eitt yvirlit yvir ráðstevnur og tiltøk, ið vórðu hildin í 2021. Eisini í 2021 vórðu fleiri ráðstevnur útsettar ella avlýstar. Ráðstevna Dato Visit Faroe Islands Workshop
Visit Faroe Islands
29 apr. - 1. mai
Humanity in Action - Copenhagen Fellowship - Study trip to Faroe Islands
Humanity in Action
23. - 29. aug.
ICCA Scandinavian Chapter Meeting
ICCA/Visit Faroe Islands
14. - 16 sept.
ICCA Association Expert Forum
ICCA/Visit Faroe Islands
13. -14. sept.
Nordic Music Days
North Cultitude 6263
24 - 27. sept.
Regenerative Tourism
Visit Faroe Islands
19. - 20. okt.
Corona i Norden – krisehåndtering og samarbejde
Landstýrið
25. - 26. nov.
SeaLice Online 2021
Fiskaaling
7. - 9. sept.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 55
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Yvirlit yvir marknaðartiltøk innan vinnuferðavinnu í 2021 Fyrra hálva av 2021 var merkt av avlýsingum í marknaðartiltøkum. Til dømis var stóra vinnuferðavinnustevnan í Frankfurt IMEX avlýst. Eftir summarfrítíðina kom tó glið á aftur og øll marknaðartiltøkini í seinnu hálvu av árinum vóru avgreidd sum vant.
56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
MØDE- OG EVENTMESSEN Vit byrjaðu við Møde- og Eventmessuni, sum varð hildin í Forum í Keypmannahavn tann 1. september. Visit Faroe Islands hevði ein evarska lítlan bás, men kortini vísti tað seg, at áhugin hjá donskum fyritøkum at koma til Føroya at hava fundir og bonusferðir er byrjandi.
Møde- og Eventmessen í Keypmannahavn
Tiltak umborð á báti í Frederikholms Kana
TILTAK UMBORÐ Á BÁTI Í FREDERIKHOLMS KANAL Tá Møde- og Eventmessen var liðug, hildu vit fram við einum kundatiltaki umborð á einum báti, Fyrskibet, sum liggur við bryggju í Frederikholms Kanal. Einir 40 agentar høvdu meldað til tiltakið og veðrið var av tí fagrasta. Hetta var 1. september, dagurin tá koronu avmarkingar í stóran mun vóru av í Danmark,
Scandinavian Association Expert Forum
og hetta var kanska virkandi til sera væl eydnaða kvøldið. Gutti Winther stóð fyri matinum, Lea Kampmann stóð fyri tónleik inum og Nancy Justinussen og Annleyg Lamhauge hildu framløgur um Føroyar sum Vinnuferðamál. SCANDINAVIAN ASSOCIATION EXPERT FORUM Sum partur av formansskapinum í ICCA Scandinavian Chapter høvdu vit eisini møgu leika at skipa fyri Scandinavian Association Expert Forum. Hetta var 4. fundur í hesum forum, og hava teir áður verið hildnir í Uppsala, Tampere og Gøteborg. Um 10 felagsskapir luttóku á døgunum, og umboðaðu tey serliga lækna- og heilsu heimin. Afturat útlendsku felagsskapunum luttóku úr Føroyum Nora, Football is Medicine og Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Dagarnir vóru sera áhugaverdir, har Anja Hartung Sfyrla og Bo Kruger stýrdu døg unum, og felagsskapirnir fingu eina góða fatan av Føroyum sum ráðstevnuferðamáli, har tey fundaðust í Norðurlandahúsinum, Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 57
Marknaðarføringsvirksemi 2021
IBTM í Barcelona
fingu ábit umborð á Norðlýsinum og nýttu ein part av tíðini í pakkhúsinum í Bø. Evnið á fundinum var Meeting Design, og týdningin av at finna inn aftur til kjarnuna í einum fundi, nú koronafarsóttin hevur herjað og órógvað fundarlandslagið. THE MEETINGS SHOW Visit Faroe Islands var partur av danska básinum á The Meetings Show í London 30. Agency Challenge
september og 1. oktober. Hetta var eitt sera væleydnað tiltak, har vit bæði høvdu fundir á danska básinum, og samstundis høvdu talgildar fundir á hotellinum við síðurnar av. Okkara bretski samstarvsfelagi, Rachel Williams, luttók á danska básinum, og hon hevur tikið sær av bretska marknaðinum undir koronu. AGENCY CHALLENGE Rachel Williams luttók eisini fyri okkum á Agency Challenge, sum er ein workshop fyri Incentive agentar. Hendan var í oktober 2021. IBTM Endiliga var IBTM aftur á skrá 30. november til 2. desember í Barcelona. Stór gleði og stórt takksemi var millum luttakararnar at tað endiliga bar til at hittast aftur eftir langa tíð. Omikron varianturin argaði kortini eitt sindur, og strongu katalansku koronareglurnar gjørdu, at vit noyddust at fundast í maskum á básinum. Eisini vóru stórar avmarkingar á talinum av framsýnarum. Hetta førdi til, at
58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
einans 5 framsýnarar vóru á føroyska básinum umframt Visit Faroe Islands / Visit Tórshavn. Hesir vóru: Atlantic Airways, Hotel Brandan / Hotel Hafnia, Hotel Hilton Garden Inn, Greengate DMC og 62N DMC. IBTM var sera væleydnað, har føroyski básurin stóð seg væl millum hinar norður lendsku básarnar. Gott pláss var til fundirnar og plássið til kundarnar tyktist at vera nógv betri enn vanligt. Flestu framsýnarar høvdu væl fyltar kalendarar, hóast tað kortini merktist, at talið av kundum var minni enn vanligt. Hetta gjørdi tó onki, tí tey sum vóru har, vóru sera seriøs. Ongar framløgur vóru á básinum vegna koronuavmarkingar. Samanumtikið kann sigast um átøkini í 2021, at tey fyri tað mesta vóru fyrstu ferð fólk samlaðust eftir koronu. Hetta gav ein heilt serligan dám og hugburðurin var serliga góður.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 59
Marknaðarføringsvirksemi 2021
GDS index’ið Í 2020 innlimaði vinnuferðadeildin hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn Føroyar og Havnina inn í GDS indexið. Eins og væntað, gjørdust stigini heldur lág, og Føroyar lógu á støði við Eysturevropa.
Global Destination Sustainability (GDS) Index’ið er eitt yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Tað er býtt upp í fýra økir, sum á enskum eita: Environmental performance, Social performance, Supplier performance og Destination Management performance. Eitt slíkt yvirlit setir nógv krøv til eitt ferðamál og innlendis ferðavinnuveitarar, og eggjar tískil til framburð og menning av einari burðardyggari ferðavinnu í Føroyum. Við tíðini kunnu vit eisini brúka okkara luttøku í GDS indexinum til marknaðar føring og branding av Føroyum sum burðardygt ferðamál.
60 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 61
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Vinnuferðadeildin saman við Menningardeild ini og Tórshavnar Kommunu hava arbeitt miðvíst við at fáa Føroyar at klatra upp eftir stiganum síðani. Til dømis er betrað um hesi viðurskifti: · Partur av heimasíðuni snýr seg um burðardygga ferðavinnu · Søgur um burðardygd verða deildar á sosialum miðlum · Stimbra fyriskiparum av tiltøkum og fundum til at skapa egnar burðardyggar politikkir, almannakunngera politikkin undirskrivaðan av leiðslu · Hava skeið fyri matstovur og kaféir um burðardygd · Fagna hetjum innan burðardygd · Fagna verandi átøkum, sum hava riggað væl · Siga søgur við fólkum og hørðum data, sum geva íblástur · Stuðla vinnuni við til dømis at hava ein lista við burðardyggum veitarum Føroyar eru klatraðar frá 47,2 stigum upp til 60,5 stigum á GDS indexinum. Hetta ger, at vit eisini klatra frá Eysturevropa til Vestur evropa. Kortini er ein góður teinur til okkara grannalond, Norðurlond, sum toppa GDS indexið. Tá skulu vit koma uppum 70 stig. Á ICCA ráðstevnuni í París í oktober vórðu vit heiðrað, tá okkara Closed for Maintenance átak varð tilnevnt eina umhvørvisvirðisløn.
Tíverri vunnu vit ikki virðislønina, men eru fegin um at vera tilnevnd. BURÐARDYGD Deildin í Vinnuferðavinnu skipaði fyri evnis degi um burðardygd, har vit høvdu skipað samstarv við Inge Krogh Larsen, ráðgeva, sum hevur fyritøkuna Grøn Start og hevur drúgvar royndir at arbeiða við ferðamálum og GDS indexinum. Samstarvið varð skipað soleiðis, at netverkið í Vinnuferðavinnu kundi trekkja uppá hennara vitan alt 2021, og so var hon við til at hjálpa fyritøkunum at skriva teirra egnu burðardyggu politikkir. Remót Travel og 62n hava skrivað burðardyggar politikkir eftir hetta, sum liggja úti á teirra heimasíðum. Hetta var ein partur í at menna okkara egnu fyritøkur til meiri burðardygd og hjálpa teimum fram á leið. Hetta var eisini viðvirkandi til, at menna veitararnar, so vit megna at koma hægri upp á GDS indexinum. SKEIÐ Í BURÐARDYGD FYRI MATSTOVUR Um miðjan september varð Guy Bigwood, stjóri í GDS indexinum í Føroyum. Í hesum sambandi skipaðu Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri einum skeiði á Hotel Hilton, sum varð rættað móti matstovuvinnuni. Guy Bigwood hevur sera nógvar royndir í burðardygd og eisini í matstovuvinnuni, og Skeið í burðardygd fyri matstovur
62 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
gav hann sera nógv góð hugskot til mat stovurnar um, hvussu tær kunnu blíva meiri burðardyggar og hvussu tær kunnu siga frá um teirra burðardygd. Hann mælti til integreraðar matarlepar, har vegetarrættir eru ein partur av matarskránni. Eisini mælti hann til meiri lokalan mat á matarlepanum. ICCA fundur í París
Á degnum var ein verkstova, har matstovur nar prátaðu saman um, hvussu tær kundu verða meiri burðardyggar, hvussu tær kunnu arbeiða meiri saman um burðardygd og rávørur, og annað. Matstovurnar vóru sera glaðar fyri dagin, tí tær sakna slík forum, har tær tosa saman.
FUNDUR VIÐ TÓRSHAVNAR KOMMUNU Tá Guy Bigwood var í Føroyum í september mánaða varð skipað fyri einum fundi við Tórshavnar Kommunu, har hann greiddi frá GDS indexinum og støðuni hjá Føroyum / Havnini í indexinum. Eisini varð tosað um, hvussu vit kunnu betra okkara støðu í indexinum. ICCA FORMANSSKAPUR Áðrenn korona legði heimin lamnan um miðjan mars í 2020, náddu vit at luttaka á árliga norðurlendska ICCA fundinum í byrjanini av mars í Gøteborg í Svøríki. Hetta var eitt høvið at hitta okkara samstarvsfelagar í Norðurlondum, og at deila vitan um okkara øki. Vinnuferðavinnudeildin hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fingu í 2020 formansskapin í norðurlendska partinum av ICCA (Inter national Congress and Convention Association). Fyri okkum merkti hetta ma. at verða vertir fyri norðurlendska ICCA fund inum og annars leiða verkætlanir og umboða norðurlendska partin av ICCA. Alheimsráðstevnan hjá ICCA varð hildin í Suðuramerika, men vit valdu heldur at luttaka á evropeiska hubbinum, sum var í París vegna koronu. Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn luttóku á ráðstevnuni, har um 300 luttakarar vóru. Nýggj sambond vórðu knýtt og ætlanir lagdar fyri nýggj strategisk samstørv.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 63
Verkstova í vakstrarhúsinum í Sandavági
Verkætlanin snýr seg um at greina, hvar vitan um fundir og ráðstevnur væntar, og at finna fram til Smart Data, har vit fáa grundgivið fyri týdninginum at hava fundir og ráðstevnur, sum verða løgd afturat vanligu fíggjarligu fyrimununum av vinnuferðavinnugestum. Eitt stórt arbeiði varð gjørt í 2021 í øllum teimum norðurlendsku londunum, har meiri enn 110 dýpdarsamrøður eru gjørdar við ‘stake holders’. Hesi eru m.a. fróðskaparsetur, granskarar, miðlar, politikkarar, embætisfólk, osfr.
Heini Zachariassen, høvuðstalari á fundinum
ICCA FUNDUR Í FØROYUM Undir heitinum ‘Business Events – a force for good’ varð boðið inn til norðurlendskan ICCA fund í Føroyum. Fundurin var á Hotel Hafnia, Panorama, og fólkini búðu á Hotel Hilton Garden Inn. Høvuðstalari á fundinum var Heini Zachariassen frá fyritøkuni Vivino, sum hevði ein fyrilestur um hansara lív, sum byrjaði heima í Føroyum. Hvussu hann hugsar um alheimsfundarvinnuna, og hvussu hann væntar útlitini fyri okkara vinnu. Eisini høvdu vit vitjan úr OECD, har teirra serfrøðingur í Better Life Indexinum greiddi frá, hvussu OECD benchmark’ar lond. Arbeiðið við Big Data – Smart Data verkætlanini og arbeitt var eisini við burðardygd á verkstovu í vakstrar húsinum í Sandavági.
64 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Dagarnir vóru sera væleydnaðir, men vóru merktir av, at hetta var ein lítil fundur saman borin við undanfarin ár. Einans helmingurin av vanliga luttakaratalinum kom á fund, og var hetta serliga orsakað av koronuavmarkingum í Svøríki og Finnlandi. BIG DATA – SMART DATA Á ICCA fundinum í Gøteborg var ein nýggj verkætlan sett í gongd, sum vit luttaka í.
Fleiri talgildir fundir hava verið í arbeiðsbólk inum, serliga fyrra helming av 2021 og eisini var ein verkstova um evnið á ICCA fundinum í Føroyum. Eitt upprit fyriliggur um fyribils úrslitið og ætlanir fyriliggja um at gera eina talgilda skipan, har norðurlendsku býirnir og londini máta síni úrslit innan ávís parametur. Ætlanin er, at hetta skal gerast sum ein verkætlan í samstarvi við Price Waterhouse Coopers og fer at taka nøkur ár.
unum frá nýggja hotellinum, Green Key merkingini og annars um allan hotelheimin í Havnini, sum er vorðin nokkso nógv størri seinastu árini. SKEIÐ FYRI NETVERKIÐ, UMBOÐ FYRI VISIT FAROE ISLANDS OG HR Anja Hartung Sfyrla og Bo Kruger høvdu eisini skeið og temadagar fyri netverkinum í Vinnuferðavinnu, umboðum fyri Visit Faroe Islands og fyri HR netverkinum í Føroyum. Hetta snúði seg um Unordinary Meetings brandið, at fáa skrivað eina Brand Story og at fáa HR netverkið við í okkara Unordinary Meetings. Skeið í Meeting Design á Hotel Brandan
nýta somu orð, tá tosað verður um vinnu ferðavinnu og fundir í Føroyum. Tað vóru Bo Kruger og Anja Hartung Sfyrla, sum tóku sær av skeiðsdegnum. Í 2021 vóru heiðrar ikki latnir. Orsøkin var, at flestu fundir vórðu avlýstir, úsettir ella talgildir, so einki var at taka støði út frá.
SKEIÐ FYRI AMBASSADØRAR Eingin rættuligur ambassadørdagur var í 2021. Í staðin varð skipað fyri einum skeiði í Meeting Design í august mánaði á Hotel Brandan. Hetta tók støði í okkara Unordinary Meetings brandi og var byrjanin til at fáa skrivað eina Brand Story og fáa okkum øll at
Visit Faroe Islands stovnaði ambassadørnet verkið í mars 2016, og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar. Um kvøldið varð vínsmakking í Húsagarði og kokkurin hevði tendrað grillina uttanfyri á terassuni. Hetta var ein sera hugnalig løta, tá Pætur Trónd Thomsen greiddi ambassadør
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 65
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Talgildir miðlar VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskip aða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitarum, sum til dømis Google. Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum. Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com í 2021 var 900.000. Hetta er 15% hægri enn í 2020, tá vitjunar
66 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
talið var 780.00. Orsøkin kann uttan iva forklárast sum ein fylgja av hvussu heimurin upplivdi ávís tíðarskeið har óttin fyri korona var minni og áhugin fyri at ferðast, ella hugsan um at ferðast, vaks. Vitjunartølini fyri heimasíðuna í 2021 vóru sostatt eisini lík tølunum fyri 2019, sum vóru met høg við 940.000 vitjandi. Hóast vitjunartølini á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands ikki eru á sama støði sum áðrenn korona og lækkaðu við næstan 1/3, tá korona bylgjan byrjaði, so er vend komin í og staðfestast kann, at áhugin er framvegis høgur, og at mátin sosialu miðlarnir verða brúktir, hevur havt stóra ávirkan á, at áhugin í heimasíðuni verður hildin við líka. Hetta hevur stóran týdning, tí mett verður, at tað er størri møguleiki fyri, at ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál í framtíðini, um áhugin er støðugur. Onnur lyklatøl fyri heimasíðuna vísa tó, at vit enn ikki eru á mál við 2019, sum var met ár. Eitt dømi er, at talið av síðum, sum verða lisin, fall frá 5,1 síðum í 2019 til 4,2 síður fyri
hvønn vitjandi í 2020 og niður til 3,9 síður í 2021. Meðan vitjanartølini fyri heimasíðuna vísa øktan áhuga fyri Føroyum, so gevur tað lægra talið av lisnum síðum eina ábending um, at nógv enn ikki eru heilt klár til at ferðast. UM WHAT’S ON Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo. What’s On pallurin samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingar og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum er at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til. Kunningin er á føroyskum og enskum. Nógvir
What’s On pallurin hjá Visit Faroe Islands samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu
útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.
og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.
Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak.
Hugsanin er ikki at noyða fólk at vitja www. whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka frammanundan. Tí samstarvar What´s On við Sona, Portal.fo og onnur.
Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góð kennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita
Síðani What´s On pallurin lat upp í 2019 hava fleiri túsind tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) verið skrásett á What’s
On. Vanliga eru 2/3 av brúkarunum av What´s On útlendsk ferðafólk og 1/3 føroyingar. Korona hevur tó gjørt at býtið er broytt, eins væl og talið av skrásettum tiltøkum eisini hevur verið lægri enn vanligt. KUNNINGASKERMAR Málið er at hava kunningarskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðandi har tey eru, og sum siga frá um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum,
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 67
Marknaðarføringsvirksemi 2021
endaði í 2020. Vit lærdu nógv av hesum og hava síðani 2021 arbeitt við einari endarligari kunningaskermaloysn, sum verður klár í 2022. Kunningarskermarnir vera at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endur taka kunning, sum ein kunningarskermur megnar. SOSIALIR MIÐLAR Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá.
Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa. Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið hann leitar eftir. Hetta arbeiðið, ið verður gjørt áhaldandi, er ætlað at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontakt víddina, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar á netinum og sosialu miðlunum. TAGS Ein av fleiri tættum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út er, at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva, um tann greinin og myndin, ið tey leggja út á sosialu miðlarnar, skal taggast antin sum #Faroe,
68 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
#Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands ella #TheFaroeIslands, umframt onnur dømi. Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir einum felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og útbreiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga anti-whaling fólk hava leingi dugað best at tagga Føroyar eins, og hava harvið køvt allan annan boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, eins tags. Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í at tagga sítt føroyska tilfar eins undir #Faroe Islands. Hetta er gjørt við lýsingarátøkum og beinleiðis sambandi við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook og ígjøgnum ávís Instagram tiltøk, sum Visit Faroe Islands hevur staðið fyri. Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan. Næsta lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og lykilfólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á eitt nú enskum. FACEBOOK Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin.
Visit Faroe Islands heimasíðan
Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, hevði í 2020 260.000 fylgjarar og í 2021 náddi talið upp á 270.000 fylgjarar. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um veruligt “reach-out”. Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað,
sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggj aran, soleiðis at flest møguligt dáma ella deila tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Face book hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni. LÝSINGAR TIL DANIR Á FACEBOOK Meðan møguleikin fyri at vitja Føroyar sum heild hevur verði nógv ávirkaður av koronu
støðuni, so hava danir tó havt betri møgu leikar at vitja Føroyar enn onnur. Hetta hevur Visit Faroe Islands roynt at gagnnýta gjøgnum ymisk málrættaði lýsingarátøk, rættað móti dønum á Facebook. Lýsingar nar vendu sær til fólk, sum vóru troytt av koronu-stongsli og maskum, og sum longdust eftir at sleppa at ferðast. Boðskap urin var, at danir altíð kunnu ferðast til Føroyar, at her er frísk luft og ein møguleiki at uppliva serligu Føroyar. Lýsingarnar koyrdu í teimum tíðarskeiðum, har møguleiki var hjá dønum at ferðast til Føroyar uttan at fara í sóttarhald.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 69
Marknaðarføringsvirksemi 2021
PINTEREST Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhuga verdar myndir út, og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkarunum meira virði. TWITTER Ein annar pallur, ið vit eru virkin á, er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna avmarkingar, ið Twitter hevur, við maks 280 teknum, men eisini tí, at VFI merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi á hesum pallinum. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður smíðað til júst Twitter. Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til tilfarið, sum VFI kann nýta á egnum sosialum pallum. Hóast VFI hevur megnað at fleirfaldað talið av fylgjarum á Twitter, er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælisfólk, sum
70 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
brúka okkara pall til spam og sabotasju av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri. SNAPCHAT OG TIKTOK Snapchat er seinastu árini vorðin ein tíðandi miðil. TikTok er síðani komið afturat og er nú millum sosialu miðlarnar, sum veksa skjótast. Tað eru serliga tey heilt ungu, ið hava tikið hesar miðlarnar til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eru okkara Snapchat og TikTok vangar minni virknir enn okkara Facebook og Instagram vangar. Í skrivandi løtu verður mett, at okkara boðskapir raka rætta málbólkin á øðrum miðlum enn Snapchat og TikTok, hóast vit halda eyga serliga við TikTok. INSTAGRAM Samstundis sum Instagram, við fleiri enn 1 milliard brúkarum, sum elska myndir, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram vangi størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir. Við flottari náttúru hevur Føroyar ein serstak liga sjónligan boðskap at fortelja. Á Instagram eru serliga myndir og tað, sum er sjónligt, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin sera væl til okkum, og til tann boð skapin, sum vit vilja fortelja. Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og
tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka fólk við serligum áhugamálum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum og líknandi. Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum við ársbyrjan í 2020 hevði 242.000 fylgjarar, 260.000 við ársbyrjan í 2021 og 269.000 fylgjarar við ársbyrjan av 2022. Tølini vaksa sostatt spakuliga, men støðugt hvørt ár. Vit plaga at fáa sera nógvar fyrispurningar frá Instagrammarum ella ymiskum ”content creators” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir og gera filmar, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram, Youtube, Facebook og aðrastaðni). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum, ella content creators, hava vitjað í Føroyum ígjøgnum Visit Faroe Islands seinastu árini, men í 2021 vóru bert 36 vitjandi orsakað av koronu. Visit Faroe Islands hevur lagt stóran dent á at fylgja øllum heilsu- og ferðatilmælum í sambandi við koronu. Vit avlýstu allar túrar, ið vóru lagdir til rættis frammanundan, og bjóðaðu ongum til Føroya ímeðan korona herjaði á. Vit vóna, at støðan broytist í 2022, soleiðis at vit aftur kunnu bjóða Instagramm arum og øðrum content creators til Føroyar.
Í fleiri førum skipa vit fyri sokallaðum “take-overs”, har content creators fáa avmarkaða atgongd til okkara sosialu miðlar at leggja myndir og tekstir út. Hetta hevur eydnast sera væl.
gott at brúka á okkara sosialu miðlum, valdu vit heldur at minka um, hvussu ofta vit løgdu út, soleiðis at vit kundu halda fram við at hava eitt høga góðsku á okkara sosialu miðlum.
Korona hevur eisini havt ávirkan á, hvussu vit hava arbeitt á millum annað Instagram. Færri vitjanir av myndafólkum merkti, at vit høvdu minni myndatilfar at brúka í 2021. Ístaðin fyri at finna tilfar fram, ið vit ikki mettu var nóg
Vit hava roynt at nýtt Instagram og Facebook stories meira, umframt fleiri føroyskar veitarar, og eru væl nøgd við afturmeldingarnar. Ætlanin er at vaksa um nýtslu av hesum møguleikanum.
SAMANUMTØKA Vit meta, at okkara arbeiði á teimum ymisku sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flest lyklatøl, undir hesum talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin. Talið av vitjandi á okkara heimasíðu er fallið undir korona, men tølini vísa samstundis, at áhugin fyri Føroyum er enn til staðar, og fleiri velja enn at leita sær kunning á okkara heimasíðu. Hóast korona hevur ávirkað, hevur arbeiðið á teimum sosialu miðlunum hildið fram sum áður, og vit røkka fleiri fylgjarum enn nakrantíð fyrr.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 71
Marknaðarføringsvirksemi 2021
My Faroese Christmas Tað er týdningarmikið at skapa áhugavert og spennandi tilfar til okkara fylgjarar á sosialu miðlunum og til tey, ið vitja okkara heimasíðu. Meira áhugavert tilfarið er, størri áhuga fáa tey fyri Føroyum, og størri møguleiki er tí fyri, at tey ferðast til Føroyar.
Sum liður í arbeiðinum at skapa gott og viðkomandi tilfar undir koronu, framleiddu vit myndarøðir og sokallaðar stories, har føroyingar og fólk búsitandi í Føroyum, fingu høvi at brúka okkara miðlar til at kunna umheimin um, hvussu Føroyar og teirra familja helt jól. Frásagnirnar vórðu almannakunngjørdar á Instagram og Facebook síðunum hjá VFI gjøgnum desember mánað 2021. Afturmeldingarnar á sosialu miðlunum vóru sera góðar, og nógv lurtaðu eftir okkara sokallaðu stories.
72 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 73
Safe to visit
Safe to Visit Í 2020 skipaði Visit Faroe Islands saman við Bjarna á Steig og Pál Weihe, yvirlæknum, fyri skeiðinum “Corona Virus – Protection and Preventive Measures in the Tourism Industry” fyri føroysku ferðavinnuni. Endamálið við skeiðinum var at tryggja, at ferðavinnan var klár at taka ímóti ferðafólkum, og livdi upp til krøvini og vegleiðingarnar hjá føroysku heilsu myndugleikunum, tá talan er um handfaring av gestum, reinføri og líknandi. Sum ein uppfylging av skeiðinum var skipað fyri fundi við vinnuna áðrenn summarið 2021, har tikið var aftur í nakað av tí, sum var partur av skeiðinum. Harumframt var tosað um, hvussu ferðavinnan kundi vera við til at fáa útlendsku ferðafólkini at kanna seg 4. dagin, eftir at tey vóru komin til Føroyar. Úrslitið var ein heilsan frá løgmanni, sum skuldi leggjast í leigubilar, gistingarhús og aðrastaðni har ferðafólk samlast, ein
74 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
áminning um at kanna seg 4. dag, sum var sett á borð á kaffistovum kring landið. Har umframt ein seðil, sum ferðafólk fingu, tá tey innskrivaðu seg á gistingarhús, har starvsfólkini í móttøkuni krossað á, hvønn dag í vikuni var 4. dagur, og harvið dagurin, tá tey skuldu kanna seg. Eisini var heitt á myndugleikarnar at gera ein enskan film við hesum boðskapi, sum var vístur á flog vøllinum, gistingarhúsum, kunningarstovum og aðra staðni.
We follow Covid-19 public health guidelines
Visit Faroe Islands from home
Faroe Islands Translate
Støðan við koronu hevði við sær, at fólk í nógvum londum ikki sluppu at ferðast í 2020 og 2021 – heldur ikki til Føroyar. Tí gjørdu vit eina síðu, sum inniheldur ymiskt um Føroyar, ið fólk kundu uppliva heimanífrá, og løgdu hana út á okkara heimasíðu og hava áhaldandi lagt nýtt tilfar afturat. Síðan gevur ráð um, hvønn føroyskan tónleik, fólk kunnu lurta eftir, hvørjar føroyskar bøkur, tey kunnu lesa, og hvørja føroyska list, tey kunnu uppliva. Eisini vísa vit á, at til ber at læra føroyska málið við at nýta Faroe Islands Translate, og at møguleiki er at lurta eftir føroyskum søgnum. Vit fortelja um føroyskar fiskauppskriftir, sum vit mæla til, at tey royna, og vísa á bindimynstur, sum tey kunnu binda eftir. Remote Tourism túrarnir, sum vit gjørdu um várið 2020, tá eingi ferðafólk kundu koma til landið, eru eisini at finna á síðuni. Síðan hevur verið væl vitjað og vit hava fingið fleiri afturmeldingar um, at fólk hava roynt onkur av ráðunum, sum vit hava givið.
Tónleikarin Lea Kampmann
Remote Tourism
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 75
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Ráðstevna um endur skapandi ferðavinnu Visit Faroe Islands hevði verkætlanarleiðslu av ráðstevnuni Regenerative Tourism, sum var í Tórshavn 19. og 20. oktober. Hetta kom í lag, tí Føroyar høvdu forman skapin í NORA í 2021 og sum partur av skránni var gjørt av at skipa fyri ferðavinnu ráðstevnu. Tað var upplagt, at evnið skuldi snúgva seg um ferðavinnu eftir korona og hvussu lond og fyritøkur, sum fáast við ferðavinnu, tryggja sær at fokus verður á eina regnerativa ella endurskapandi ferðavinnu eftir korona og ikki bara á vøkstur.
samfeløg og hvussu tey, sum búgva á støðunum, verða inndrigin í menning av ferðavinnu í teirra øki. Zita Cobb frá Fogo Island í Nýfundlandi, sum hevur stovnað Fogo Island Inn og eina røð av fyritøkum á Fogo Island, greiddi frá teirra tilgongd til ferðavinnu. Bente Hagen, stjóri á Visit Norway, legði eisini fram um arbeiðið við nýggju ferðavinnustrategiini hjá Noreg.
Frá byrjan var dentur lagdur á, at ráðstevnan bæði skuldi geva luttakarunum yvirskipaðan íblástur, men eisini skuldi vísa á ítøkilig dømi um burðardygga ferðavinnu frá veitarum í Norðanlondum. Vit vóru so heppin at fáa altjóðar viðurkendar fyrilestrahaldarar til ráðstevnuna. Anna Pollock, sum hevur verið fyrigangskvinna, tá tað snýr seg um endurskapandi ferðavinnu, byrjaði ráðstevnuna. Signe Jungersted helt fyrilestur um ‘Lokalismu’ og hvussu ferða vinnna kann verða við til at menna smá 76 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Signe Jungersted hevði keynote framløgu um 'Lokalisme'
"A new way of life is now being born, and we are all midwifes to aid in the birth of that new" Anna Pollock
Regenerative Tourism Building a healthy tourism in the Nordics Faroe Islands 19 – 20 October 2021
KEYNOTE
ANNA POLLOCK
nora.fo/regenerative-2021
Tim Ecott, miðlamaður, prátai við Annu Pollock eftir framløguna hjá henni
Harumframt vóru 3 verkstovur við heitunum ‘Best Practice’, ‘Local Involvment’ og ‘Seasonality’ við framløgum frá ferðavinnuveitarum í Norðanlondum, sum við ítøkiligum dømum greiddu frá, hvussu tey hava skipað ferðavinnu í teirra øki.
Ráðstevnan var stroymd og stroym ining og nærri kunning um ráðstevnuna sæst her www.visitfaroeislands.com/ regenerative NORA, NATA, Nordregio og Visit Faroe Islands fíggjaðu ráðstevnuna.
Eini 120 fólk tóku lut, harav umleið helvtin vóru føroyingar og hin helvtin komu úr hinum Norðanlondunum umframt Bretlandi, Italia, Estlandi, USA, Kanada og Nýfundlandi.
"It matters who owns what"
Umframt framløgur var eisini møguleiki at netverka á móttøku, sum Tórshavnar kommuna stóð fyri í Mullers Pakkhúsi, á døgurða fyri luttakarunum, og á útferðum, sum vóru á skrá seinnapartin annan dagin. Luttakararnir kundu velja millum ymiskar upplivingar, heimablídni, túr á Listasavninum og ‘closed for maintenance’ verkætlanir í Gásadali og Velbastað.
Zita Cobb Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 77
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Birds of the Faroe Islands
Faldarar Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, eru enn nógv, ið spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldar arnar at senda til síni viðskiftafólk og at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningarstovunum kring landið, gistingar húsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. TOURIST GUIDE OG KORT Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000 Tourist Guides prentaðar í 2021. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað. Í 2021 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis. 78 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Hiking in the Faroe Islands
Hiking in the Faroe Islands | 1
FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fuglafaldara, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin skuldi eisini hava kunning um, hvussu fólk skulu bera seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum kring landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar.
GONGUFALDARI Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Enda málið við faldaranum er at kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum hevur verið ovurhonds stórur. Faldarin verður deildur út á kunningar stovum kring landið, og á messum og verkstovum, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru nógv ferðafólk, ið bíleggja faldaran frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar.
FR EE PY CO
arone Isla ds THE OFFICIAL TOURIST GUIDE 2022
altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektiv ur háttur at marknaðarføra Føroyar. Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com/vinna.
Map on page 10
AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar at hjálpa meira til við at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit føroyingar – kanska meira enn onnur lond – øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki. Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi, at kunningin er reglubundin, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, sum ætla at halda framløgu um Føroyar, óansæð um tú ert skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í
ALTJÓÐA SAMSTARV VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar. Hesir eru: TRAVEL PR VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini. VISIT DENMARK Í ITALIA Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða smiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit Denmark í
Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknað inum, so samstarvið fevnir eisini um miðla vitjanir úr Fraklandi. VISIT DENMARK Í SVØRÍKI Samstarvið við Visit Denmark í Svøríki er eisini um fjølmiðlavitjanir. VISIT DENMARK Í STÓRA BRETLANDI Samstarvið við Visit Denmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um at vit kunnu luttaka á teirra søluverkstovum innan vinnuferðavinnu. MICE Innan MICE-økið samstarva vit við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar. PROMOTE ICELAND OG VISIT GREENLAND Samstarvið millum NATA-londini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Promote Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum skulu gera uppskot til felags marknaðarføringsátøk fyri londini. Nógvar ætlanir vóru fyri 2020, men tær vóru allar avlýstar. Nógvar av hesum ætlanunum vóru fluttar til 2021 og partvís gjøgnumførdar. Hetta samstarvið hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á. Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 79
Marknaðarføringsvirksemi 2021
Onnur samstørv CUT THE CORD THEATRE, LONDON 12. OKTOBER Visit Faroe Islands fekk fyrispurning frá leikhúsi í London, sum samstarvaði við føroysku Sendistovuna í London um norðurlendskan leiklistafestival, sum fevndi um 6 norður lendskir leikir úr Danmark, Svøríki, Noreg, Finlandi, Íslandi og Føroyum. Føroyski leikurin var 'Searching for Being' eftir Katharinu G. Nolsøe. Norðurlendsku londini fingu høvi at marknaðarføra seg í samband við móttøku 12. oktober. Í hesum sambandi vóru summar- og vetrarfilmarnir hjá Visit Faroe Islands vístir. Vanliga samstarvar Visit Faroe Islands við eina røð av føroyskum felagskapum, sum t.d. Norðurlandahúsið um FMA, G! Festivalin, Tórshavn Marathon osv, men øll hesi tiltøk vóru avlýst í 2021. TROM - FØROYSKA KRIMIRØÐIN 2021 Visit Faroe Islands hevur stuðlað føroysku krimirøðini Trom, ið hevði frumframførslu á vári 2022. Filmsrøðin væntast at fáa stóra útbreiðslu úti í heimi og harvið varpa ljós á Føroyar, sum eisini var orsøkin til at vit valdu at stuðla verkætlanini.
80 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 81
82 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum. GUÐRIÐ HØJGAARD Stjóri
SÚSANNA SØRENSEN Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar
ANNLEYG LAMHAUGE Vinnuferðavinna
Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com
BÁRÐUR EKLUND Talgildir miðlar
JÓHAN PAULI HELGASON Menningarleiðari
RASMUS S. BISKUPSTØ Menningarsamskipari
Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 39 rasmus@visitfaroeislands.com
OLIVIA DØGG FRÍFINSDÓTTIR Sosialir miðlar
FRÍÐGERÐ HEINESEN Bókhald
VANJA DAVIDSEN Skrivstovufólk
Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 40 vanja@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 32 olivia@visitfaroeislands.com
NEVNDIN HJÁ P/F VISIT Faroe Islands: Johannes Jensen, Gist&Vist, formaður Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar Kommuna Jens Meinhard Rasmussen, Smyril Line Johanna á Bergi, Atlantic Airways Sakaris Frederiksen, Ferðavinnufelagið
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF Marjun Niclasen, Visit Runavík Oyvindur av Skarði, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 83
Snið og uppseting: Sansir
Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tórshavn Tlf. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com