7 minute read
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri uml. 60 mió. kr
Síðstu farnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum at skapa umrøðu av Føroyum í útlendskum miðlum. Eins og í 2020 var hetta arbeiðið, sum so nógv annað, darvað av koronu. Síðstu árini hava vit havt út ímóti 250 miðlafólk í Føroyum um árið. Í 2021 var talið júst 100, harav 36 vóru sokallaðir Instagrammarar. Talið er væl hægri enn í 2020, hóast tað er langt frá teimum tølum, vit hava sæð undanfarin ár.
VFI hevur uppgjørt virðið av greinum og sendingum frá fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað. Talið av miðlafólkum, sum vitjaðu, varð sum nevnt nógv lægri í 2021 samanborið við undanfarnu árini. Harafturat gjørdi koronastøðan, at einki stórt lýsingarátak varð raðfest í 2021, sum samlað sæð ger, at fjølmiðlaumrøðan var óvanliga lág, uml. 60 mió. kr. Í 2020 gav átakið ”Remote Tourism”, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri á várið 2020, tá heimurin stongdi niður orsakað av koronu, sera nógva umrøðu í útlendskum miðlum. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2020 varð til samanberingar 261 mió. kr.
Hildið var áfram við arbeiðinum at halda samband við miðlafólk, sum vit byrjaðu uppá, tá korona gjørdi, at tey ikki kundu vitja
í Føroyum á sama hátt, sum tey plaga. Endamálið var at tryggja, at Føroyar eru í teirra tonkum. Bæði tá tað snýr seg um at skriva greinar um ferðamál, sum tey droyma seg burtur til, og fyri at tryggja, at tey vóru áhugaði at ferðast til Føroyar, tá tað var gjørligt aftur. Áhugin fyri Føroyum var rættiliga stórur, og nógv miðlafólk vendu sær til Visit Faroe Islands fyri at fáa kunning um, hvussu støðan var við koronu og nær tað aftur var gjørligt at ferðast til Føroyar. Harumframt sendu vit javnan kunning um Føroyar til miðlasambond ígjøgnum okkara PR samstarv í Bretlandi fyri at tryggja, at áhugin fyri Føroyum varð hildin við líka, og at vit kundu halda fram við miðlaarbeiðinum, so skjótt tað var gjørligt aftur.
Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2021, vóru úr londum sum Danmark, Svøríki, Stórabretlandi, Italia, Hollandi, Belgia, Fraklandi, Týsklandi, Spania, Eysturríki, Ísrael og USA. 64 útlendsk fjølmiðlafólk frá fyrst og fremst bløðum og tíðarritum vitjaðu Føroyar sum gestir hjá VFI í 2021. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagrammarum” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2021 komu 36 ymiskir Instagrammarar til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava
sjónvarps- og útvarpslið úr Danmark, Týsklandi og Fraklandi vitjað.
Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.
Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.
Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fiskiskapi, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin higar.
Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er vanligt at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at vit bert telja virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing.
Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skrivstovur í Svøríki, Italia, Fraklandi og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar. Í samband við marknaðarføringsátøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boðskapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PR-skrivstovur í USA og Danmark. Vit hava eisini samstarvað við PR fyritøku í Týsklandi, men mett var ikki, at samstarvið gav neyðuga útslitið, og tí var tann avtalan søgd upp frá januar 2020.
Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic Airways og Gist & Vist, ið veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli.
Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www. visitfaroeislands.com/press-professionals, har eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum er at finna.
FAROE ISLANDS PODCAST
Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu nógvu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið.
Í 2021 hevði Faroe Islands Podcast góðar 89.000 niðurtøkur sum er umleið sama tal sum árið fyri. Í 2019 var talið 114.000. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. Stóra broytingin er tó, at USA er ovast á listanum í 2021 við 47% av teimum, ið tóku sendingarnar niður, síðani kom Týskland við 13% og annars eru Stórabretland, Føroyar, Írland, Danmark, India, Svøríki, Avstralia, Kanada og Filipsoyggjar hini londini á topp 10 listanum. Tilsamans eru fólk úr umleið 100 ymiskum londum, sum lurta eftir Faroe Islands Podcast.
VFI plagar at rinda ein part av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann er í Føroyum fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.
Føroyar eitt av fremstu ferðamálum í 2021, sambært Lonely Planet
Í november 2020 valdi kendi ferðamiðilin Lonely Planet Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.
Best in Travel heiðurslønin er latin á hvørjum ári, og dómsnevndin telur fremstu serfrøðingar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar fingu pláss í ‘Community Connection’ bólkinum.
Í grundgevingini segði dómsnevndin, at tey vóru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku mentanina. Tey vísa millum annað á heimablídni, Hoyma konsertir og Closed for Maintenance átakið sum dømi.
Hvørt ár verður bíðað í spenningi eftir listanum hjá Lonely Planet, National Geographic og øðrum, og listarnir fáa altíð nógva umrøðu í miðlum kring allan heimin. Tað er tí av stórum týdningi fyri lond og býir at koma á hesar listar, og enn meira í eini tíð, har korona hevur lagt ferðavinnuna púra lamna. Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar sum ferðamál at fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum, og grundgevingarnar um, at Føroyar raðfesta eina autentiska ferðavinnu, koma serliga væl við og passa væl til tað slag av ferðavinnu, sum Visit Faroe Islands leggur dent á í menningarætlanini fyri ferðavinnu.