Inngangur 2021 gjørdist enn eitt ár merkt av koronafarsóttini, tó nakað frægari enn 2020.
Sostatt er yvirskipaða málið um at føroyska ferðavinnan í 2020 skuldi náa 1 milliard krónur í umsetningi enn ikki nátt. Eitt mál, ið arbeitt hevur verið ímóti síðani 2012, tá ið núverandi strategi varð sett í sjógvin. Væntanin er tó enn, at Føroyar koma aftur á 2019 støði í 2022 ella í seinasta lagi í 2023 og sostatt náa 2020 málið stutt hareftir. Havast má í huga, at gistingar kapasiteturin er tvífaldaður síðani 2019, so “bert” eitt 2019 støði, hevði havt við sær eitt nógv lægri gistital fyri gistingar húsini enn áður. Koronastøðan hevur verið serstakliga óheppin hjá føroysku ferðavinnuni, ikki minst tí at tvífaldaður gistingarkapasitetur stóð klárur til at takast í brúk í 2020, nýggjar flogrutur úr Stóra Bretlandi og USA skuldu byrja, og nýggir vinnuspírar stóðu klárir kring landið at taka ímóti gestum. Úrslitið fyri 2021 gjørdist nakað betri enn 2020. 582 mió. kr í umsetningi, 173.913 gistingar og 495 ársverk, samanborið við 313 mió. kr. í umsetningi, 94.940 gistingar og 438 ársverk í 2020. Til samanberingar vóru 2019 tølini: 784 mió. kr. í umsetningi, 166.452 gistingar og 715 ársverk. Umleið 50.000
4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021
útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2021, samanborið við umleið 30.000 í 2020 og umleið 140.000 í 2019. Av teimum komu tey flestu loftvegis. Broyttu umstøðurnar høvdu aftur í 2021 við sær, at marknaðar ætlanin hjá Visit Faroe Islands (VFI) varð nógv broytt og raðfest av nýggjum. Sera fáar messur ella verkstovur vórðu hildnar úti á marknaðunum og fleiri av tiltøkunum vóru í staðin talgild. Aftur varð roynt at reagera uppá teir møguleikar, sum stungu seg upp so hvørt sum tilmæli blivu broytt. M.a. gjørdu vit eitt PR-átak á danska marknaðinum í apríl, tá sóttarhaldskravið við komu til Føroyar varð avtikið fyri koppsettar danskarar. Talið av útlendskum fjølmiðlafólkum og instagrammarum endaði á júst 100 í 2021, sum er minni enn helvtin av einum vanligum ári, men tó nøkur fleiri enn í 2020. Eisini framleiddu vit egið tilfar eins og vit samstarvaðu við fleiri føroyskar sokallaðar instagrammarar enn vanligt, ið framleiddu tilfar um teirra jól, um bygdagøtutúrar osfr. Visit Faroe Islands from home undirsíðan varð eisini víðari ment, alt fyri at geva gestunum ein “smakk” av