Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2021

Page 78

Marknaðarføringsvirksemi 2021

Birds of the Faroe Islands

Faldarar Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, eru enn nógv, ið spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyri­tøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyri­tøkurnar nýta faldar­ arnar at senda til síni viðskiftafólk og at hava við á messur. Faldar­arnir verða eisini brúktir av kunningar­stovunum kring landið, gistingar­­ húsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. TOURIST GUIDE OG KORT Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000 Tourist Guides prent­aðar í 2021. Á hvørjum ári verða har­afturat kort av Føroyum prentað. Í 2021 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis. 78 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2021

Hiking in the Faroe Islands

Hiking in the Faroe Islands | 1

FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fugla­­­faldara, ið fortelur um teir ymisku fugla­rnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin skuldi eisini hava kunning um, hvussu fólk skulu bera seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum kring landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar.

GONGUFALDARI Gongufaldarin, sum upprunaliga varð fram­leiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Enda­ málið við faldaranum er at kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftir­spurningurin eftir gongufaldaranum hevur verið ovurhonds stórur. Faldarin verður deildur út á kunningar­ stovum kring landið, og á messum og verk­­stovum, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru nógv ferðafólk, ið bíleggja faldaran frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.