1 minute read

4 Fríðrikskirkjan

Next Article
9 Ólavskirkjan

9 Ólavskirkjan

KUNNING

Vígd: 1994

Bústaður: Agnið 7, 655 Nes

Upplatingartíðir: Fá meira kunning á Visit Runavík (kunningarstovan á staðnum)

Gudstænasta: Sunnudag kl. 11

Stórbæra Fríðrikskirkjan á Toftum, vígd í 1994, er ein av nýggjaru serteknaðu kirkjunum, sum føroyski arkitekturin, Høgni Würdig Larsen, hevur teknað.

Altartalvan, altarið, prædikustólurin og doypifunturin í kirkjuni eru eisini hansara verk, sum hann bæði hevur teknað og tilevnað. Fríðrikskirkjan kemur í staðin fyri gomlu trækirkjuna á Nesi frá 1843, sum var vorðin ov lítil.

SØGA OG BYGGILIST

Í 1991 varð arkitektakapping útskrivað til nýggju kirkjuna. Uppskotið hjá Høgna W. Larsen varð mett at verða stíleint og í samsvari við gamlan føroyskan byggisið. Tað varð valt fram um 28 onnur uppskot.

Navnið ‘Fríðrikskirkjan’ er eftir Fríðriki Petersen, prósti á Nesi frá 1900 til 1917. Fríðrikur Petersen sat í løgtinginum í mong ár. Hann var dugnaligt skald og týddi „Faðir vár“ til føroyskt. Eisini yrkti hanni m.a kendu sálmarnar: „Gleðilig jól“ og „Tíðin rennur sum streymur í á“.

Á klokkuni, sum er stoypt í Noregi, stendur: „Eg ringi í gleði, eg ringi í sorg, at himna Guð er var fasta borg“

Altartalvan vigar uml. seks tons, og altarið vigar 3 tons.

SERLIGT INNBÚGV OG LUTIR

Tá ið tú gongur inn eftir gólvinum á vovna leyparanum úr føroyskum tógvi, sært tú serstøku altartalvuna; ein messingkrossur umgirdur av svørtum gróti. Altarið og prædikustólurin eru úr sama tilfari, ið er svenskt granitt. Doypifunturin er gjørdur av føroyskum basalti og messing. Høgni W. Larsen hevur eisini sniðgivið tær serligu ljósakrúnurnar, lampurnar og ljósastakarnar úr messing.

Koyrir tú fram við Fríðrikskirkjuni á Toftum og fert longur suðureftir, kemur tú til bygdina Nes. Her stendur gamla trækirkjan á Nesi (vígd 1843), sum ikki longur er í føstum brúki, men verður nýtt til serstøk høvi. Umframt tær ótrúliga vakurt útskornu kórrimarnar eru í kirkjuni eisini fleiri serstakir eldri smálutir. Klokkan í hesi kirkjuni á Nesi er tann elsta, sum enn er í brúki í Føroyum. Hon er stoypt í 1684.

This article is from: