1 minute read

Inngangur

Next Article
Trúgv í Føroyum

Trúgv í Føroyum

Øll, sum ferðast í Føroyum, munnu varnast okkara serstøku kirkjur. Kemur tú av sjónum er kirkjan tað fyrsta, tú sært. Kirkjurnar í Føroyum eru nevniliga oftast bygdar og staðsettar soleiðis, at sjómenninir síggja tær uttan av sjónum. Hetta er dømi um, at kirkjurnar hava verið tann savnandi, lokali mentanardepilin í gerandislívinum í bygdunum og eru tað enn í dag.

‘Kirkja’ verður brúkt í bygdarnøvnum, og vit hava bæði Kirkjubø og bygdina Kirkju í Fugloy. Hetta lýsir tann ovurstóra týdningin, sum kirkjan hevur havt í føroyska samfelagnum gjøgnum meira enn túsund ár. Frá tí fyrstu gudstrúnni hjá landnámsfólkinum til katólsku tíðina og síðani eftir trúbótina.

Kirkjurnar í Føroyum eru søgan um hesar oyggjar og lívið her heilt aftur til miðøld.

Hvør kirkja hevur sína egnu serstøku søgu. Um inngrónu gudstrúnna í gerandisdegnum fyri at koma undan í ógvusligu náttúrukreftunum. Um mentan og samanhald og fólkið í júst tí bygdini og sóknini. Um hvussu kirkjan hevur verið miðdepil fyri at hýsa lívsins gleðiligastu hendingum og teimum sorgarfullastu. Um prestar og sálmar og ritual. Um tjóðskap og stríðið fyri at menna føroyskt mál, eftir at Várharra í nógv ár ikki varð hildin at skilja føroyskt.

Í hesum faldara fært tú eina leið inn til hesa søgu og til 11 serstakar kirkjur, ið regluliga hava opið. Upplatingartíðirnar, sum eru upplýstar í hesum faldaranum, víkja altíð fyri privatum tiltøkum, og øðrum tiltøkum, sum verða hildin í kirkjunum.

INNGANGUR

Finn meira kunning um kirkjurnar, tiltøk og gudstænastur á whatson.fo/churches og á lokalu kunningarstovunum

This article is from: