3 minute read
2 Funnings kirkja
KUNNING
Vígd: 1847
Bústaður: Niðri í Túni 475 Funningur
Upplatingartíðir: Mánadag og hósdag Frá kl. 12 til 14
Gudstænasta: 1. mai til 30. septembur Sunnudag kl. 11
1. oktobur til 30. apríl Sunnudag kl. 12
Umgird av høgum fjøllum liggur náttúruvakra gamla bygdin Funningur. Millum tey litríku húsini rennur áin og skilir Funnings kirkju frá tí laðaða kirkjugarðinum.
Funnings Kirkja ein av teimum 10 listarligu trækirkjunum, sum framvegis standa uppi frá árunum 18291847. Uttan er hon eyðkend við lágari grund, tjøraðum klædningi, hvítum vindeygum, hvítum torni og flagtekju. Framman undan hesi kirkju hava verið ikki minni enn fýrar kirkjur á sama stað. Hin fyrsta varð tikin niður í 1609 fyri at geva rúm fyri tí næstu. Kirkjan í dag er saman við Porkeris Kirkju yngst av trækirkjunum, sum báðar eru vígdar í 1847.
Í Funningi sæst sambandið millum gerandislívið, kirkjuna og gudstrúnna. Her var gamalt at goyma bjargalínuna á kirkjuloftinum, og bert teir menn, ið skuldu fara til bjargar í teimum brøttu bjørgunum norðanfyri, fóru á loftið eftir línuni.
SØGA OG BYGGILIST
Innan er kirkjan serstakliga vøkur við sínum ómálaða viði, sum við tíðini hevur fingið sín gylta og heita lit, og útskornu veggjum. Útskorin træveggur er millum kórið og kirkjuna, og eisini framman fyri altarið og sakristiið, listarliga tilevnaðir við snildi og neyvleika. Sagt verður, at hetta minnir um ikonveggir í ortodoksum kirkjum, men her taka
súmbolini støði í føroyskari mentan og søgn. Sambært keldum hevur ein eldri kona í Funningi sagt frá ommu síni, at hon minnist, at tað vóru smiðirnir sjálvir, sum skóru hesar myndirnar. Sum í flestu av hinum trækirkjunum hongur í Funnings kirkju ein træfjøl oman fyri dyrnar í forkirkjuni, har byggiár og forbókstavir hjá handverkarunum eru skorin í. Tað er eyðsýnt, at teir flestu handverkararnir eru lokalir – úr Funningi og frá Gjógv.
BYGDAGØTAN MILLUM FUNNING OG GJÓGV
Tað var sera tætt samband millum Gjógv og Funning í gomlum døgum. Tær vóru ein kirkjusókn við felags kirkjugarði til 1919 og felags kirkju til 1929.
Ofta var ikki farandi sjóvegis millum bygdirnar, og tá varð bygdagøtan, nevnd ‘Mannagøtan’, einasta farleið av bygdini. Gjáarfólk hava tí gingið til Funnings til gudstænastu, við børnum til dópin, til brúðarvígslur og við sínum kæru til jarðarferðir.
Tá ið gjáarfólk fóru í kirkju í Funningi, vóru tað summi, sum ikki gingu allan vegin oman til Funnings. Tey, sum ikki orkaðu brøttu brekkuna niðan aftur úr Funningi, settust við Kirkjustein, tí her sóu tey kirkjuna. Á Gjáarskarði er Líksteinur, og á henda steinin settu teir kistuna frá sær, meðan teir rindaðu møðina..
Gjáar kirkja varð vígd í maimánaði í 1929. Tað var Jákup Dahl próstur, sum vígdi hana, og hon var fyrsta kirkjan, sum varð vígd á føroyskum.
INNBÚGV OG LUTIR
Í kirkjuni er ómálaður kristusfigurur við ongum ørmum, sum stavar frá fyrstu kirkjuni, sum varð bygd umleið 1690. Søgnin sigur, at hann rak á land í ósanum niðan fyri kirkjuna. Áttakantaði doypifunturin frá 1835 var upprunaliga ómálaður. Dópsfatið er úr tini og er frá 1735.
YMISKT ANNAÐ
Beint tá ið tú kemur inn í kirkjuna, hongur eitt skelti á vegginum. Her frábiður prestur sær, at spýtt verður á gólvið.
Ytra ljósakrúnan varð givin sum minnisgáva frá gjáarfólki, tá ið bygdin fekk kirkju í 1929.
Eitt skinn liggur í altarringinum, sum er gáva, ið kirkjan fekk í 1962. Á kirkjuklokkuni stendur: Komið til mín.
Myndaevnið á altartalvuni, sum Funnings Kirkja fekk seint í 1920’unum, er „Hin krossfesti“.