2 minute read
3 Gøtu kirkja
KUNNING
Vígd: 1995
Bústaður: Gøtuvegur 7, 511 Gøtugjógv
Upplatingartíðir: Gøtu kirkja er opin fyri vitjandi frá 14. mai til 15. septembur, mánadag til leygardag, frá kl. 14 til 16. Aðrar tíðir verður kirkjan latin upp eftir avtalu. Ring +298 21 10 76.
Gudstænasta: Sunnudag kl. 12
Kirkjan við Gøtugjógv varð vígd í 1995 og er sostatt ein av nýggjaru kirkjunum í Føroyum. Fyri tað brúktu gøtufólk gomlu kirkjuna í Norðragøtu, ið var vígd í 1833. Tá ið Hans Jacob Joensen biskupur vígdi nýggju kirkjuna,, var Drotning Margreta II við til vígsluna saman við biskupum úr hinum norðurlondunum.
KIRKJURNAR Í GØTU
Gøta fevnir um bygdirnar undir Gøtueiði, Syðrugøtu, Gøtugjógv og Norðragøtu. Norðragøta er av søguligastu plássum í Føroyum. Her búði Tróndur í Gøtu, ið sambært føroyingasøgu var høvuðsfíggindin hjá Sigmundi Brestisson. Við gomlu trækirkjuna í Norðragøtu er minnisvarði fyri Trónd í Gøtu, sum doyði í 1035.
Kirkjutornið ímyndar teir tríggjar krossarnar á Golgata. Her hanga tvær klokkur, og á báðum stendur: „Eg ringdi yvir bygdir hvøll, eg kallið fólkið: komið øll.“
SERLIGT INNBÚGV
Tað, sum serliga eyðkennir kirkjuna við Gøtugjógv, er tann umfatandi heildarprýðingin við glarlistini, sum Tróndur Patursson hevur staðið fyri. Altarborðið, prædikustólurin, doypifunturin umframt lampurnar á vegginum og undir loftinum eru gjørd úr glasi í tøttum listarligum samljóði hvørt við annað og við teir stóru glasmálningarnar í kórinum. Allir lutirnir bera ímóti altartalvuni, sum er glasmálningurin í miðvindeyganum. Kannar tú altartalvuna, sært tú niðarlaga vinstrumegin fólk, sum standa við bakinum ímóti okkum og hyggja út á hav, har ein føroyskur útróðrarbátur sæst í uppøstum sjógvi saman við ímyndini av Jesusi og ljósinum, sum vil vinna á myrkrinum. Her síggja vit eitt dømi um listina, sum ímyndar tað dagliga stríðið fyri at liva og koma undan við lívinum í teimum ógvusligu náttúrukreftunum.
Í nýggju kirkjuni er ein reyður messuakul, sum er broderaður við súmbolum við íblásti úr kórsvegginum í gomlu kirkjuni í Norðragøtu.
Kirkjan í Norðragøtu (vígd 1833) er ein av okkara allarelstu kirkjum og næstelst av teimum 10 trækirkjunum, sum prýða og eyðkenna nakrar føroyskar bygdir. Sum vanligt er í kirkjunum frá hesum tíðarskeiðinum eru kórrimarnar vakurt útskornar, men her nakað einfaldari enn í summum av hinum kirkjunum. Í dag verður kirkjan brúkt til serlig høvi, umframt at hon verður víst fram í sambandi við vitjanir á fornminnissavninum í Gøtu Blásastovu.
Meira kunning um Blásastovu fæst á blasastova.fo