2 minute read

5 Sandavágs kirkja

Next Article
9 Ólavskirkjan

9 Ólavskirkjan

Væl fyri og mitt í Sandavágs bygd stendur vakra og sermerkta kirkjan við fagurreyðu tekjuni. Serliga eyðkent er tornið, sum er í tveimum hæddum, tann niðara er ferhyrnt og tann ovara átthyrnt.

Frammi í kóri í litfagra og lívliga kirkjurúminum stendur ein rúnasteinur frá 1200talinum, funnin í Sandavági. Á honum stendur, at „Torkil Onundarson Eystmaður úr Rogalandi bygdi hendan stað fyrst“.

Húsatoftir eru fundnar í Sandavági, sum meinast at vera úr víkingatíðini.

KUNNING

Vígd: 1917

Bústaður: Gamlivegur 2 360 Sandavágur

Upplatingartíðir: Frá 16. juni, mikudag, hósdag og fríggjadag frá kl. 14 til 16

Gudstænasta: Sunnudag kl. 11

SØGA OG BYGGILIST

Sandavágur er gomul kirkjubygd. Tað er ringt at meta um, akkurát hvussu nógvar kirkjur hava staðið her, men keldur vísa, at tað hava staðið seks kirkjur í Sandavági seinastu 300 árini. Kirkjan, sum stóð framman undan hesari, var í so ringum standi, at kirkjuráðið tá avgjørdi, at tað fór at vera bíligari at byggja nýggja kirkju. Hendan kirkjan er bygd undir fyrra veraldarbardaga. Arbeiðið byrjaði í 1914, og kirkjan bleiv vígd í apríl 1917. Gitni listamaðurin Magnus á Kamarinum bæði bygdi og teknaði kirkjuna. Sandavágs kirkja er elsta kirkjan, sum føroyingur bæði hevur bygt og teknað.

Kirkjan er partvíst bygd á underlendi av sandi. Hyggur tú gjølla, sært tú, at kirkjan hellir eitt sindur suðureftir. Hetta hevur hon allarhelst altíð gjørt. Tá ið kirkjan skuldi byggast, bleiv tað álagt øllum arbeiðsførum monnum í bygdini at arbeiða 40 tímar pliktarbeiði at fáa grót og sand til vega og leggja støðið undir grundina.

Eyðkendi stílurin hjá Magnusi á Kamarinum gongur aftur í innbúgvinum í Hattarvíkar kirkju (1899) og í Kvívíkar kirkju (1903), sum hann teknaði. Eisini teknaði hann Hests kirkju, sum er vígd í 1911, og sum líkist sera nógv Hattarvíkar kirkju. Í arbeiðinum við Sandavágs kirkju fær hann eisini veruliga víst síni evni og sítt hugflog.

SERLIGT INNBÚGV OG LUTIR

Skurðverk og málaðar blómur ganga aftur nógvastaðni í kirkjuni. Átthyrnti prædikastólurin og átthyrnti doypifunturin eru prýddir við skurðverkum og málaðum blómum. Oman fyri vindeyguni um alla kirkjuna er ein rond við blómum og bløðum.

Á kórvegginum uppi yvir altarinum eru sjey málningar, sum avmynda evni úr Jesu pínslusøgu. Nakað av ósemju var um avgerðina at heingja hesar málningar upp, men bygdarfólkið vildi hava teir at verða verandi.

Oman fyri hesar myndirnar eru tvær liljur telgdar úr træi. Sagt verður, at Magnus á Kamarinum telgdi aðra, og at lærlingurin hjá Magnusi telgdi hina.

Altarlutirnir eru úr gomlu kirkjuni. Ljósastakarnar til tey stóru altarljósini hava konufólkini í bygdini givið. Gamli silvurkalikurin er stemplaður í Keypmannahavn í 1768. Hann hevur silvursmiðurin Sivert Thorsteinson gjørt. Altartalvan er eisini úr gomlu Sandavágs kirkju og er latin í gávu í 1891. Frá munnligum frásagnum verður fortalt, at tað var Lucie Ingeman (17921868), kona skaldið B. S. Ingemann, sum málaði altartalvuna. Myndaevnið er hirðarnir, sum tilbiðja Jesusbarnið í fjósinum í Betlehem.

SØGAN UM KIRKJUKLOKKURNAR

Í kirkjuni varð ein lítil skipsklokka nýtt fram til 1693, tá ið løgmaður gav kirkjuni nýggja klokku, sum hoyrdist betur. Í 1931 kom ein uppaftur størri klokka. Á hesa klokkuna hevur Jákup Pauli Henriksen á Mýrini yrkt hetta ørindið: „Eg kalli nú at øllum Úr smáttum og úr høllum Her Harrans orð hitt reina vil sálum leiðir beina“. Allar tríggjar klokkurnar hanga í torninum í kirkjuni.

This article is from: