![](https://assets.isu.pub/document-structure/220622133851-92b903622c01ee0186af9e884888fdd9/v1/c91d6e0f238e9d6006c0aa7b86f73f69.jpeg?width=720&quality=85%2C50)
2 minute read
10 Tvøroyrar kirkja
KUNNING
Vígd: 1908
Bústaður: Kirkjubrekkan 23 800 Tvøroyri
Upplatingartíðir: Frá 31. mai til 28. august. Frá mánadegi til fríggjadag kl. 10 til 16 og leygardag frá kl. 10 til 13
Gudstænasta: Sunnudag kl. 11
Uttan mun til, hvussu tú kemur til Tvøroyrar, er kirkjan nakað av tí fyrsta, tú fært eyga á. Við sínum norska uppruna og tí keltiska krossinum sum skjaldramerki, knýtir hon bondini til røturnar, haðani kristindómurin og kristintrúgvin her á landi stavar.
Hetta er onnur kirkjan, sum hevur staðið á Tvøroyri.
Vegna tann ógvusliga fólkavøkstur, sum var her um aldarskifti 19. 20. øld, varð avgjørt at byggja nýggja kirkju.
SØGA OG BYGGILIST
Froðba er gamla kirkjustaðið her við fjørðin, møguliga líka frá keltiskari tíð.
Seinasta kirkjan varð bygd har í 1840. Í 1856 var tann kirkjan tikin niður og flutt inn á Tvøroyri. Hon varð sett upp aftur í økinum, har húsini, sum vóru byrjanin til búsetingana á Tvøroyri vóru bygd. Hon var við til at geva navn til økið, sum í dag verður nevnt Valurin, ella Kirkeval, sum tað upprunaliga varð nevnt. Gamla kirkjan var síðani flutt til Sandvíkar.
Avgjørt var at byggja nýggja kirkju á nýggjari staðseting. Upprunaliga skuldi hon vera úr gróti. Byrjað varð i februar 1906. Ávís viðurskifti gjørdu, at hon kom at gerast ov dýr. Tí varð bara grundin lagað.
Handilsvirkið J. Mortensen og Sønner, ið tá var størsta reiðarvirki her á landi, beyð sær til at keypa eina kirkju úr træi uttanlanda og gjalda tað, sum restaði í.
Tikið varð av tilboðnum. Danski arkitekturin Viggo Bertram, sum hevði teknað kirkjuna, teknaði nú eina trækirkju, sum kundi setast á grundina.
Kirkjan varð gjørd á Strømmen trevarefabrikk í Noregi, flutt heim og sett upp her. Arbeiðið at seta kirkjuna upp byrjaði seint um summarið 1907 og varð liðugt um várið 1908. Kirkjan varð vígd og tikin í brúk Kristi Himmalferðardag sama ár.
Kirkjan rúmar umleið 500 fólkum.
At byrja við hevði kirkjan eitt harmonium sum ljóðføri.
Í 1924 fekk kirkjan pípuurgu. Hon hevði 8 røddir og var gjørd á urgubyggarínum Frobenius í Keypmannahavn.
Tá hon fyrst í 80unum trongdi stórar ábøtur, varð avgjørt at útega kirkjuni nýggja urgu.
Núverandi urga er gjørd á urgubyggjarínum Marcussen í Åbenrå í 1986. Hon hevur 18 røddir.
![](https://assets.isu.pub/document-structure/220622133851-92b903622c01ee0186af9e884888fdd9/v1/b5048aa7903e0f8840aa472b4d333069.jpeg?width=720&quality=85%2C50)
![](https://assets.isu.pub/document-structure/220622133851-92b903622c01ee0186af9e884888fdd9/v1/2809a48bc847ab42ba44ec95f133403c.jpeg?width=720&quality=85%2C50)
INNBÚGV OG LUTIR
Verandi altartalva er glasmálningur, gjørdur av danska listamanninum Ernst Trier. Hann kom til 50 ára føðingardag kirkjunnar í 1958. Hann er fyrsti glasmálningur í eini føroyskari kirkju.
Upprunaliga var glasrúturin tær fimm niðaru myndirnar.
Seinni varð heitt á listamannin at gera eina mynd afturat. Hon skuldi avmynda tann trónandi Kristus.
Hann fór undir arbeiði. Men tá hann brádliga doyði, tók bróðir hansara, Holmer Trier, sum eisini var listamaður, yvir og gjørdi arbeiðið liðugt.