1 minute read
8 Mariukirkjan
KUNNING
Vígd: 1987
Bústaður: Mariugøta 4 100 Tórshavn
Upplatingartíðir: Opin hvønn dag frá kl. 8 til 20
Gudstænasta: Hámessa er sunnudag og heiligdagar kl. 11
Stutt frá miðbýnum og tætt við viðarlundina í Havn stendur katólska kirkjan, Mariukirkjan. Hon varð vígd í 1987. Kirkjan frammanundan var bygd upp í Sankta Frans skúlan nakað longri niðri í býnum.
Við inngongdina sæst ein glarbrotamynd, sum danin Svend HavsteenMikkelsen hevur gjørt. Arkitekturin Arni Winther hevur teknað kirkjuna og innbúgvið. Tróndur Patursson hevur staðið fyri glaslistini inni í kirkjuni. Hann hevur teknað og málað glasvindeyguni og altartalvuna. Við altartalvuni hevur Tróndur skapað eina útgávu av Jesusi, sum vísir fram síni sár. Í glasmálninginum høgrumegin sæst ein opin føroyskur útróðrarbátur við manning á uppøstum sjógvi. Við bátin sæst Jesus: „Í fjórðu náttarvøku kom nú Jesus til teirra, gangandi á vatninum“ (Matt 14,25).
Inni í kirkjuni er eisini ein træskurður av Mariu moy, sum trælistamaðurin úr Leynum, Ole Jacob Nielsen, hevur skorið. Hetta er ein eftirgerð av træskurðinum, sum finst millum víðagitnu ríkt útskornu ‘Kirkjubøstólarnar’ frá 1400talinum. Teir, sum vórðu tiknir úr Ólavskirkjuni í Kirkjubø og nú kunnu upplivast á Tjóðsavninum.
Umframt katólsku kirkjuna í Havn og kirkjuna í Gøtu er glaslistin hjá Tróndi eisini at síggja í Tornberg kirkju í Odense. Í enska býnum NewcastleuponTyne er ein einstakur glasmálningur hjá honum settur í eina gotiska dómkirkju frá 1300árunum. Tróndur hevur eisini prýtt Norðoyatunnilin við ljóslist, eins og hann hevur staðið fyri heildarupplivingini við listarverkinum og ljóslistini í nýggja Eysturoyartunlinum. Hetta eru bara nøkur av høvuðsverkum hansara, og tú finnur fleiri av hansara verkum, tá ið tú ferðast í Føroyum.