3 minute read
11 Vágs kirkja
KUNNING
Vígd: 19. februar 1939
Bústaður: Vágsvegur 34 900 Vágur
Upplatingartíðir: Frá kl. 13 til 16 frá 1. mai til 1. septembur. Set teg í samband við Visit Suðuroy at vitja kirkjuna aðrar tíðir
Gudstænasta: Sunnudag kl. 11
Vágs Kirkja varð vígd 19. februar 1939, grundarsteinurin var tó longu lagdur í 1927, av Jákupi Dahl, prósti. Kirkjan er olmussukirkja, tað vil siga, at tá fólk eru í neyð kunnu tey lova olmussu til kirkjuna í Vági.
SØGA OG BYGGILIST
Kirkjuráðið í Vági fór at tosa um at byggja nýggja og størri kirkju í 1913, av tí at fólkavøksturin var so stórur. Í 1926 varð eitt uppskot hjá arkitektinum Sofus Johan Hofgaard góðkent, og hann varð biðin um at gera endaligu tekningarnar til nýggju kirkjuna. Kirkjan stóð liðug trettan ár seinni.
Í 1913 byrjaði kirkjuráðið í Vági at fundast um at byggja nýggja og størri kirkju, tí fólkatalið var voksi nógv. Í 1926 varð avgjørt at taka við uppskotinum hjá Sofus Johan Hofgaard, arkitekti, og hann varð biðin um at fara undir at detailprojktera uppskotið til nýggja kirkju í Vági. 13 ár seinni, í 1939, stóð kirkjan liðug.
Tað sum eyðkennur Vágs Kirkju er ný gotiski stílurin. Kórið er sjeykantað við tveimum smáum rúmum í suður og norður. Í kórinum eru fýra vindeygu, sum í ovara enda eru bogað í spíss. Í hesum vindeygum eru glasmálningar, sum Ernst Trier í Vallekilde hevur gjørt í 1959.
Glasmálningarnir ímynda Jesu søgu frá boðan Mariu til uppreisn hansara. Tær fýra ljósakrúnurnar í kirkjuni eru úr bronsu. Tær eru í einfaldum barokskapi. Kirkjufólkið læt tær, tá ið kirkjan var vígd, í 1939.
Vágs Kirkja er ein av teimum fáu kirkjunum í Føroyum, sum hevur kirkjukór. Tað var í 1939, at fólk tóku seg saman, við Edith Dahl á odda, og stovnaðu kirkjukórið Ljóm. Fyrstu ferð Ljómur sang alment, var tá kirkjan varð vígd tann 19. februar 1939.
Sangurin „Nú hvítna tindar…“ hevur serligt tilknýti til kirkjukórið Ljóm. Tað var í 1941, at Edith Dahl heitti á Robert Joensen í Klaksvík, at umseta sangin „Nu falmer skoven…“, sum Grundtvig yrkti.
Til konsertina Alla halganasunnukvøld í 1942 sang so Ljómur ”Nú hvítna tindar…”, sum Robert Joensen so meistarliga hevði umyrkt. Síðan tá hevur hesin sangur verið fastur táttur á skránni Alla halganasunnukvøld í Vágs kirkju.
INNBÚGV OG LUTIR
Altartalvan Jesus talar til kirkjuliðið – er tann sama sum var í seinastu kirkjuni á Kirkjukletti í Vági. Altartalvuna hevur danski søgumálarin
Th. Wegener málað. Altartalvan í Vágs Kirkju er málað einaferð millum 184050. Gamla altartalvan frá 1729 úr Kirkjunum á Kirkjukleti er eisini í kirkjuni.
Doypifunturin er eitt valahandverk, sum er gjørt úr føroskum gróti. Hann er sekskantaður og gylt prýddur. Tað er Jóhan Petersen, Jóhan í Mikladali, sum hevur gjørt hann. Doypifatið er elligamalt og mett verður, at tað stavar frá áleið 1550.
Fram við vegginum standa 10 standmyndir úr gipsi av apostlunum. Hinir báðir, Petur og Jóhannes, standa oman fyri gáttina inn í kórið.
Í 1950unum fekk Vágs Kirkja eina sera prýðiliga modellslupp frá Helenu Friis, ið búði í Danmark. Sluppin Albert Victor hongur undan loftinum í kirkjuskipinum. Á sumri 1975 gav Sunnuva Egholm úr Vestmanna Vágs Kirkju eina modellslupp, sluppin eitur City, og stendur í forkirkjuni.
5. juni 1978 var standmyndi av Jákupi Dahl, prósti, avdúkað. Tað var Janus Kamban sum gjørdi hana. Standmyndin stendur sum ein varði frammanfyri kirkjudurunum.