7 minute read

Trúgv í Føroyum

TRÚGV

í Føroyum

Føroyar sigast fyrst at vera bygdar eftir ár 600, tá ið írskir munkar komu higar at fáa frið at biðja og liva nær Gudi. Aðrar keldur benda á, at oyggjarnar hava verið bygdar langt fyri ta tíð, og at kristin, keltisk trúgv hevur havt lív her leingi, eisini eftir landnámstíðina uml. ár 800, tá ið norskir útflytarar og víkingar – helst við fólki úr Skotlandi og Írlandi – settust niður her.

Hugsast kann tí, at bæði víkingarnir við síni ásatrúgv og fólkini aðrastaðni frá við síni keltisku kristnu trúgv hava livað og virkað saman í oyggjunum í víkingaøld. Keltiska trúgvin við sínum serligu eyðkennum og virðum – til dømis teir høgu krossarnir og nærleikin til náttúruna – hava seinni verið innvavd í katólsku trúnna heilt fram til protestantisku kirkjuna í dag.

Sambært Føroyingasøgu verða Føroyar kristnaðar við valdi um ár 1000 sum partur av avtalum við norskar kongar um skatt, vøruflutning við skipi og hervald. Gjøgnum Noreg gerast Føroyar í miðøld partur av skipanini og valdinum hjá katólsku kirkjuni og eru undir erkibiskupinum í Tróndheimi í Noregi. Bygdin Kirkjubøur verður biskupssæti og høvuðssæti hjá katólsku kirkjuni – við dómkirkju, umsiting, skattlegging og eisini latínskúla. Katólska kirkjan fær so við og við ræði á helvtini av allari jørðini í Føroyum.

Trúbótin (Reformasjónin) verður framd við donskum kongi í Føroyum í 1539. Eftir hetta gerst tann nýggja protestantiska kirkjan umsitingarliga og málsliga alsamt meira donsk. Danski kongurin ognartekur nú jørðina hjá katólsku kirkjuni, sum verður til sonevnda kongsjørð. Í 1948 – eftir Heimastýrislógina – yvirtekur føroyska Løgtingið jørðina. Enn í dag er helvtin av jørðini í Føroyum – tann gamla jørðin hjá katólsku kirkjuni – almenn jørð.

Føroyingar eru í dag sum heild protestantar. Tó er ein katólsk kirkja í Havn, ið hevur verið síðani 1932. Har eru Franciskanarasystrarnar, ið hava havt nunnukleystur og hava havt skúla og barnagarð. Hóast trúbótina liva enn gamlar siðvenjur frá katólsku tíðini í føroyskum trúarlívi. Til dømis er vanligt í summum kirkjum og hjá summum prestum at messa undir gudstænastuni, og í gerandislívinum er vanligt, at foreldur og ommur og abbar „signa“ síni børn, áðrenn tey fara út.

Í dag eru meira enn 80% av føroyingum limir í Føroysku Fólkakirkjuni. Tey flestu av hinum eru partar av øðrum kristnum samkomum og fríkirkjum.

TÆR EINASTANDANDI KIRKJURNAR Í FØROYUM

• 62 kirkjur eru reistar í Føroyum, sum enn standa.

• Spjaddar í bygdunum í 16 av teimum 18 oyggjunum.

• Nærum onnur hvør bygd í Føroyum hevur megnað at bygt sína egnu kirkju.

• Tær eldru kirkjurnar eru bygdar í tíðum, tá ið bara fá túsund fólk búðu í Føroyum. Sjálvt smábygdir við minni enn 100 íbúgvum hava savnað pening og reist sína egnu kirkju.

• Tær føroysku kirkjurnar eru í mun til sína tíð og fólkatalið á plássunum verulig byggilistarlig stórverk. Frá teimum eldru trækirkjunum til tær nýggjaru serteknaðu kirkjurnar.

• Har er serlig byggilist, úrmælis handverk, serstakt innbúgv, altardúkar, hondarbeiði og prýði (við bátum, skipum og havinum sum gjøgnumgangandi tema), orgul, altartalvur og relikvii, sum alt er serligt fyri hvørja av teimum 62 kirkjunum. Og har eru kirkjutorn og kirkjuklokkur við sínum serstøku innskriftum.

Nærum onnur hvør bygd í Føroyum hevur megnað at bygt sína egnu kirkju:

KIRKJURNAR, NÁTTÚRAN OG HAVIÐ

Frá gomlum sagnum vita vit, hvussu kirkjan hjá fólkinum hevur verið „fjálgasta friðskjól á foldum“. Hon vardi fyri vanda, ótta og náttúrukreftir. Í sagnum um huldufólk, risar, gívrar og „tey fornesku“ er afturvendandi, at um onkur kom í bardaga við hesar yvirnatúrligu verur úti í nátturuni, so mistu tær megina, um kirkjutornið dagaði undan í bygdini.

Í gerandislívinum vórðu bjargaferðir, útróður, bátar og útgerð signað við ritualum, sálmasangi og bøn. Prestar vórðu í summum førum hildnir at kunna „mana“, so at grind kundi haldast til.

Og í øllum lutum vóru kirkjan og gudstrúgvin tvinnaðar saman við dagliga strevið í gerandisdegnum. Til dømis var bjargalínan til at síga við í fuglabjørgunum ofta goymd á kirkjuloftinum ella í kirkjutorninum – sum til dømis í Funnings kirkju (sí s. 20).

SJÓGVURIN, SKIP, LÍV OG DEYÐI

Listin, handverkið og prýðini í teimum føroysku kirkjunum ímynda tað dagliga stríðið fyri at koma undan við lívinum móti teimum ógvusligu náttúrukreftunum sum høvuðstema. Serliga havið og sjógvin. Altartalvan við Gjógv

Eins og tað eitur „skipið í kirkjuni“, so hanga skip og bátar í nærum øllum kirkjum sum prýði og minni. Og altartalvur v.m. ímynda sjógv, bátar og vilt hav, har menniskjan leitar til Guds hjálp í bardaganum við náttúruna. Til dømis er undrið úr Nýggja Testamenti, har Jesus fær bylgjurnar at leggjast og gongur á vatninum, ofta ímyndað í føroyskum umhvørvi, har Jesus slættar sjógvin fyri føroyskum bátum og skipsmonnum.

Kirkjugarðar, minnisvarðar og gravsteinar kring Føroyar bera eisini boð um tey mongu, ið hava látið lív á sjónum, í bjørgum og í øðrum náttúruvanlukkum.

Við kirkjurnar eru nógvastaðni reistir minnisvarðar fyri sjólátin. 1. november – allahalgannadagur – er almennur dagur fyri sjólátin í Føroyum. Tá eru gudstænastur og minningarhald kring landið.

Eisini nýggjari list og kirkjuprýði – til dømis hjá Tróndi Patursson – hava bardagan við ógvusliga føroysku náttúruna og tað ríka lívið í náttúruni sum gjøgnumgangandi tema.

KIRKJUGARÐAR OG JARÐARFERÐIR

Jarðarferðir í Føroyum savna enn sera stórt tal á fólki. Í Føroyum er onki krematorium, og tí verða kisturnar koyrdar við bili til kirkjugarðin.

Vanliga gongur stórt líkfylgið frá kirkjuni til kirkjugarðin, ið oftast liggur burtur frá kirkjuni. Tað sýnir virðing og er siður, at um tú kemur koyrandi í bili og møtir einum líkfylgi, so steðgar tú bilinum, fert út og bíðar í tøgn, til líkfylgið er farið framvið.

KIRKJURNAR OG BYGDAGØTURNAR

Bygdagøturnar siga óteljandi søgur um lív, sum er livað, og lív, sum er farið. Bygdagøturnar hava bundið kirkjubygdirnar saman við tær bygdir, ið ikki høvdu egna kirkju.

Á leiðunum eftir bygdagøtunum hava fólk gingið langa leið til gudstænastu. Tey hava borið síni børn til dópin eftir bygdagøtuni. Ein siðvenja í summum bygdum var, at yngsti gubbin skuldi renna heim aftur eftir bygdagøtuni við tí doypta barninum.

Tey hava eisini borið kisturnar við sínum kæru ta tungu gongd til jarðarferð. Í summum bygdum hava steinar við bygdagøturnar navn eftir hesum – til dømis líksteinur.

Ungdómur hevur gingið spentur og ekkafullur til fermingina, har hann skuldi hoyrast til tess at fáa prestsins hond á høvdið.

Og brúðarpør hava gingið til vígslu – og gingið heim aftur sum hjún.

TAÐ LIVANDI SJÁLVBODNA ARBEIÐIÐ

Kirkjurnar liva enn sítt fríska lív allastaðni í Føroyum í dag, hýsa flestu av okkara hátíðarløtum og eru karmur um okkara sorgarløtur.

More information about hiking can be found at visitfaroeislands.com/hiking

Kirkjan hevur virkað sum fremsti savningarstaður í bygdini og er tað í flestu førum enn í dag. Tí eru fólk góð við sína kirkju.

Í teimum 62 kirkjunum starvast 662 sjálvbodnir kirkjutænarar (2021), stjórnaðir av demokratiskt valdum staðbundnum kirkjuráðum. Haraftrat eru minst 300400, ið hjálpa við øðrum praktiskum arbeiði.

Sostatt arbeiða í minsta lagi 1.800 fólk sjálvboðin í kirkjunum kring alt landið (Tað svarar til minst 3,4% av fólkatalinum). Vit eru vís í, at hetta er eindømi í øllum heiminum!

LEIÐREGLUR:

Kirkjuhúsið hýsir okkara gleðiligastu og syrgiligastu løtum. Gev hesum gætur og hav virðing fyri tí, ið fer fram í kirkjuni.

Hav virðing fyri halgu støðunum innan fyri og uttan fyri kirkjuna og: • tosa spakuliga • tak ikki myndir við blitsi • et og drekk ikki í kirkjuni

Tá ið tú fert til gudstænastu, virð kirkjufólkið og: • verð sitandi alla gudstænastuna • ver hampiliga ílatin

Tað eru sjálvboðin, ið røkja kirkjuna. Gávur eru virðismettar og eru stundum kravdar. Vit mæla til at lata í minsta lagi 20 kr. fyri at halda og røkja kirkjurnar.

Far ikki til privat tiltøk uttan so, at tú ert boðin. Tú ert væl komin til vanliga gudstænastu óboðin. Hetta er avbera góður máti at uppliva føroyska mentan, kirkjur og føroyskan sang.

Gudstænasta sunnudag varir á leið ein tíma og verður vanliga hildin klokkan ellivu ella á middegi. Fáa meir kunning á kunningarstovuni á staðnum og á whatson.fo.

This article is from: