3 minute read

9 Ólavskirkjan

KUNNING

Vígd: Miðøld, umvæld og endurvígd í 1864 og 1967

Bústaður: Heima á garði 175 Kirkjubøur

Upplatingartíðir: Hvønn dag kl. 10–18

Gudstænasta: Fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði kl. 11

Á norðara vegginum í hesi elstu kirkju Føroya er eitt hol í múrinum. Hetta holið varð ætlað teimum spitølsku, ið ikki sluppu til gudstænastu.

Tey gingu allan vegin upp um fjallið Kirkjubøreyn frá spitalsksjúkrahúsinum á Argjum og sluppu tá bert at standa uttanfyri og lurta gjøgnum holið í múrinum.

Og ganga vit fram eftir kirkjugólvinum móti altarinum, har seinasti málningur hjá S. J. Mikines er altartalva, so ganga vit á gravum hjá katólskum biskupum í Føroyum.

Hetta eru bert smá dømi um alla ta ríku søgu, ið spríkir úr kirkjunum í Kirkjubø.

KIRKJURNAR Í KIRKJUBØ

Í miðøld var Kirkjubøur kirkju og mentanarmiðdepil í Føroyum, og Ólavskirkjan var dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Hon er sostatt elsta kirkja í Føroyum og einasta miðaldarkirkjan í landinum, sum enn er í brúki.

Í Kirkjubø verður sagt, at hennara árstal eru fýra eitttøl, so elsti parturin av kirkjuni er bygdur longu í 1111. Kirkjan var upprunarliga vígd Mariu moy og seinni Ólavi Halga.

Kirkjan stendur nærhendis toftunum av Magnusardómkirkjuni, vanliga nevndur Kirkjubømúrurin: Ein gotisk dómkirkja, sum Erlendur bispur læt

Listamaðurin Tróndur Patursson býr og hevur sítt atelier í Kirkjubø. Hann er uppvaksin á biskupsgarðinum, har pápin var kongsbóndi. Tvíburabróðir hansara, Páll, tók sum elsti sonur við garðinum eftir pápan, og bróðursonurin Jóannes er nú kongsbóndi. Tróndur sigur ofta skemtandi, at um hann varð føddur ein hálvan tíma fyrr, so hevði hann neyvan verið listamaður, men kongsbóndi.

byggja um ár 1300 við at leggja harðan skatt á føroyskar bøndur, sum helst elvdi til borgarakríggj í Føroyum.

Toftirnar av uppaftur eini miðalaldarkirkju eru nakað eystan fyri Múrin (í dag nevnt Líkhús). Einaferð stóðu hesar tríggjar nevndu kirkjurnar uppi í senn í Kirkjubø.

Beint við hesar tríggjar miðaldarkirkjurnar stóð bispagarðurin. Ein partur av honum er farin í skalvalopum og ódnum gjøgnum tíðirnar – seinasta skalvalopið var í 1772. Partar av bispagarðinum standa eftir, og síðan hevur hann verið kongsgarður hjá Paturssonsættini í 17 ættarlið. Í húsunum er m.a. Roykstovan, sum er 1000 ára gomul, eins og ein stova, ið varð brúkt til latínskúla, og har norski kongurin Sverri skal hava fingið sín prestalærdóm.

ÓLAVSKIRKJAN

Í 1862 var Ólavskirkjan í so ringum standi, at talan var um at fara undir at umvæla Múrin til eina brúkiliga kirkju. Í 1874 var hendan ætlanin slept, og farið varð undir at umvæla gomlu Ólavskirkjuna. Kirkjan varð tá nógv broytt, og nógvum dámdi ikki nýggju útsjóndina. Tá ið tað aftur gjørdist neyðugt at fara undir umvælingar í 1960árunum, varð tískil farið undir at geva kirkjuni ta gomlu útsjóndina aftur.

Samstundis vórðu stórar fornfrøðiligar rannsóknir gjørdar. Komið varð m.a fram á tríggjar gólvfláir úr miðøld, og har varð m.a. ein enskur myntur funnin frá tíðarskeiðnum 1223–1235. Undir kórsgólvinum varð funnin ein bispagrøv við bispastavi.

Alt innbúgvið er úr hølvaðum, ómálaðum furuviði. Grótveggirnir eru kálkaðir hvítir og geva rúm fyri stórfingnu altartalvuni hjá S. J. JoensenMikines (1906–1979), sum kirkjan fekk, tá ið hon varð endurvígd við stórum hátíðarhaldi í 1967.

INNBÚGV OG LUTIR

Nógv av innbúgvinum úr katólsku tíðini er tikið úr kirkjuni og kann í dag upplivast á Tjóðsavninum. M.a. ein mariumynd frá 1200árunum, bispastavurin og teir víðagitnu ríkt úrskornu ‘Kirkjubøstólarnir’.

Altartalvan hjá S. J. Mikines lýsir Jesus saman við einum føroyskum árabáti. Sagt verður, at hetta var seinasti málningur, sum Mikines málaði. Mikines, sum var illa fyri av sjúku, var júst blivin liðugur við málningin til hátíðarhaldið, og tískil var hann ikki heilt tornaður, tá ið hann kom upp at hanga hendan morgunin. Eingin stuðul fekst til umbyggingina av kirkjuni í 1960-árunum, men fólkið í Kirkjubø skipaði í 1966 fyri tiltøkum og einum væl umtóktum basari. Hetta gav so mikið, at fíggingin til umbyggingina varð fingin til vega.

Umframt núverandi altartalvuna hjá Mikines hongur altartalvan eftir danska málaran N. V. Dorph, sum kirkjan fekk eftir umbyggingina í 1874, á norðurvegginum. Í kirkjuni eru tveir gravsteinar úr miðøldini, annar yvir Jóhannes bispi frá 1400talinum.

Í laðaða grótgarðinum við kirkjuna er portur úr jarni og glasi, sum Tróndur Patursson gjørdi í 1999. Á bláa knæfallinum inni í kirkjuni hevur Tróndur Patursson eisini teknað súmbol.

Palli Gregoriussen (1932–2021), ið var millum mest týðandi arkitektar í Føroyum, hevur uppteknað og skjalfest allar tær føroysku kirkjurnar. Í 1990’unum gjørdi Palli saman við Tróndi Patursson eitt uppskot og eitt modell til at seta Magnusarkatedralin í stand sum kirkju og taka hana í brúk. Gluggar og onnur prýði skuldu vera við glarlist hjá Tróndi Patursson. Uppskotið hevur enn ikki vunnið frama hjá myndugleikunum, men modell og tekningar kunnu síggjast á biskupsgarðinum.

This article is from: