1 minute read
6 Vesturkirkjan
KUNNING
Vígd: 1975
Bústaður: Landavegur 44 100 Tórshavn
Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag Frá kl. 10 til 17
Gudstænasta: Sunnudag kl. 11
Vesturkirkjan, ið varð vígd í 1975, er vorðin ein býarmynd í Havn. Í skapi líkist hon einum seglskipi, og við tí 41 metur høga torninum verður hon søgd at vera hægsti bygningur í Føroyum.
Byggilistarliga kemur hettar til sjóndar inni í kirkjuni, har rúmið yvir altarinum ber alt longur og longur upp og dregur hugin á tað óendaliga. Summi kunnu tulka hetta sum Jákupsstigan, ið gongur til himmals. Onnur kunnu tulka ljósspælið niður á altarið sum stríðið millum ljós og myrkur á Golgata.
Við lítlu lundina framman fyri kirkjuna bleiv í 2006 reist og vígt eitt minnismerki um Sigmund Brestisson, sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Sambært Føroyingasøgu kristnaði Sigmundur Brestisson Føroyar við valdi um ár 1000.
Kirkjan hevur eitt listarligt Frobenius orgul frá 1975 við 29 røddum.
Vesturkirkjan bjóðar vitjandi til ‘Opna kirkju’, sum gevur fólki møguleikan at koma inn í kirkjuna í dagtímunum; at tendra eitt ljós, sita í kvirru og biðja í stillum. Havið ‘Virðing’ hvør fyri øðrum.
BYGGILIST OG SERLIGT INNBÚGV
Kirkjan er sum heild einføld og stílrein, og samspælið millum hvíta grótveggin og svørtu steinflísarnir á gólvinum geva kirkjurúminum ein serligan dám.
Prædikastólurin og doypifunturin eru, eins og gólvið, úr portugisiskum grótið.
Ein minni gyltur krossur prýðir altarið. Hann hevur danski gullsmiðurin og myndlistamaðurin Bent Exner (19322006) gjørt.
Yvir altarinum hongur ein størri krossur av ótilvirkaðum eikiviði, ið er høgdur til við øks. Søgan sigur, at tað var ein maður í áttatiárinum, sum høgdi hann til.
Tvær klokkur eru í Vesturkirkjuni. Á aðrari stendur: „Vakrast er tá smábørn syngja Og tá kirkjuklokkur ringja“. Á hinari stendur: „Málmsløg ljóða Klokkur bjóða Vítt um vallar Harrin Kallar“.