2 minute read

1 Christianskirkjan

Next Article
9 Ólavskirkjan

9 Ólavskirkjan

KUNNING

Vígd: 1963

Bústaður: Kirkjubrekka 6, 700 Klaksvík

Opin: 31. mai til 28. august: mánfríggjadag 1016 og leygardag 1013

Gudstænasta: kl. 11

Mitt í Klaksvík stendur tann hábærsliga Christianskirkjan (Christian’s church), bygd úr føroyskum gróti, viði og skifuri. Hon er tann fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd í gomlum norskum stíli, og er bæði innan og uttan ein serstøk kirkja.

Tá ið tú gongur eftir kirkjugólvinum, sært tú uppi yvir altarinum stórfingna freskomálningin ‘Hin stóra kvøldmáltíðin’ hjá Joakim Skovgaard. Undir tróðrinum í stóra kirkjurúminum sært tú eitt søguligt áttamannafar hanga. Hetta man vera einasta kirkja í heiminum, har eitt far í fullum líki hongur. Legg eisini til merkis doypifuntin í kirkjuni, sum er mettur at vera ein á leið 4000 ára gomul heiðin skál.

SØGA OG BYGGILIST

Christianskirkjan hevur sín byggilistarliga íblástur frá Víkingahallum og frá roykstovunum í gomlum føroyskum húsum. Tað sigst, at hendan konstruktiónin er serliga væl egnað til kirkjubygningar. Akustikkurin í Christianskirkjuni sigst at vera einastandi góður. Kirkjan hevur navn sítt eftir danska konginum Christian X (18701947) og er eisini vígd til minnis um teir føroysku fiskimenn, sum sjólótust undir seinna veraldarbardaga.

Uttanfyri, við síðuna av kirkjuni, sært tú kirkjutornið standa á vøllinum. Her hanga tvær klokkur. Á tí størru stendur: „Latið her berast øld eftir øld Boð millum Drottin og mannafjøld Alt meðan fjøllini standa“. Á tí minnu stendur: „Eg kalli á gomul og á ung Mest tó á sál, sum troytt og tung Stundar á æviga hvílu“.

Søguliga áttamannafarið er endurgjørt við gamla prestabátinum av Viðareiði sum fyrimynd. Hetta var seinasti báturin, sum bleiv smíðaður til táverandi Norðoya Prestagjald. Henda bátin brúkti ikki bara presturin á staðnum, sum sigldi frá Ónagerði, prestagarðinum á Viðareiði, til gudstænastur í útoyggjunum, men eisini fugloyingar brúktu hann sum fiski og grindabát. Tollaksmessudag 23. desembur 1913 varð hesin báturin tann einasti at vinna upp land, tá ið tríggir bátar í Norðoyggjum gingu burtur. Bátasmiðurin, sum fór undir arbeiðið, hevði gamla bátin standandi við síðuna av, meðan hann smíðaði og endurgjørdi bátin. Eisini eru lutir úr gamla bátinum brúktir aftur í bátinum, sum hongur í kirkjuni.

SERLIGT INNBÚGV

Tvær eldri altartalvur eru í Christianskirkjuni. Tann eldra hevur evnið Krossfestingin og er málað í 1827. Ta yngru, við myndaevninum Emmaus, málaði danski listamaðurin Peter Raadsig (18061882). Kirkjan fekk hana í varðveitslu í 1867, sama árið sum kirkjan framman undan hesari varð vígd.

Í kirkjukjallaranum eru listarverk eftir Edward Fuglø. Her eru tíggju sermerktir, rundir træskurðar, ið lýsa søgur frá Jesu lívið.

Skovgaard (1856–1933) er mettur at vera størsti freskomálarin í Norðurlondum síðan miðøldina. Altartalvan var upprunarligað málað til dómkirkjuna í Viborg (1901), men varð tikin aftur av tí orsøk, at slevj var í kálkinum. Haðani bleiv málningurin fluttur til Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn, har arkitekturin Peter Koch stóð fyri, at hann kom at hanga í Christianskirkjuni, sum hann stóð fyri at byggja. Tað verður sagt, at kirkjan er teknað og bygd runt um sjálvan málningin.

This article is from: