Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2020

Page 78

Marknaðarføringsvirksemi 2020

Birds of the Faroe Islands

Faldarar Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Ígjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyri­ tøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyri­tøkurnar nýta faldararnar til at senda til síni viðskiftafólk og til at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningar­ stovunum kring landið, gistingarhúsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnu­umboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. TOURIST GUIDE OG KORT Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000 Tourist Guides prentaðar í 2020. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað. Í 2020 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.

78 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020

Hiking in the Faroe Islands

Hiking in the Faroe Islands | 1

FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fugla­­ faldara, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin skuldi eisini innihalda kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar.

GONGUFALDARI Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Enda­málið við faldaranum er kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftir­ spurningurin eftir gongu­faldaranum hevur verið ovurhonds stórur. Faldarin verður deildur út á kunningar­stovum kring landið, og á messum og verk­­stovum, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.