NØGDSEMI OG VFI-BRANDIÐ Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8%. Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd við VFI-brandinum, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,4%. HVAR FERÐAFÓLK GISTA OG TAL AV FERÐAFÓLKUM Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leigaðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (85,3%) “nei”, meðan 14,1% svaraðu “ja”. Serliga hildu fleiri, at tað var ikki verandi í Tórshavn, tá ið ferðafólkaskipini lógu við kei, tí ov nógv ferðafólk vóru í býnum. Nøkur hildu, at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi og at vandi kundi vera á ferð, í mun til náttúruna í Mykineshólmi. HVAÐANI FERÐAFÓLKINI KOMA FRÁ OG HVAR TEY VITJA Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (17,4%), meðan 14,1% vóru úr Týsklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (7,7%), Italia (7,5%), Stóra Bretlandi (7,2%) og Fraklandi (7%). Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62,1% í Klaksvík, 61,5% við Gjógv, 58% í Vestmanna, 57,8% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi.
PENGAR VERÐA BRÚKTIR UM ALT LANDIÐ Ein stórur meiriluti av ferðafólkum (93%) nýttu pengar í Tórshavn. Síðani nýttu 43,3% pengar í ávikavist Klaksvík, Runavík og Tvøroyri. 42,2% nýttu pengar í størri bygdum, sum t.d. í Sandavági, Miðvági, Fuglafirði og Vági. 41,8% keyptu eitthvørt í smáu bygdunum, sum t.d. í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv. 26,5% nýttu pengar á smáu oyggjunum, sum t.d. í Fugloy, Svínoy, Mykinesi ella Nólsoy. ANNAÐ Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var náttúran (66,5%), og 54,4% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 19,5% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni. Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 11,6% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8,1% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 4,6% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt. FERÐAFÓLKAKANNINGIN Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn. Øll kanningin hjá Gallup kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
Ársfrágreiðing 2021 / Visit Faroe Islands - 15